Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Kapitalisman, sum bæði valdar í okkara Vesturheimi og í Russlandi, hevur brúk fyri einum stórum kríggi, og ovastarnir í NATO eru í veruleikanum krókapolitikarar (lobbyistar) fyri vesturlendska vápnaídnaðin

- Hóast hetta eru grundleggjandi mannarættindi, eru fleiri í Føroyum, sum ikki fáa nøktandi møguleika at menna eitt samskiftismál – teknmál, alternativt samskifti ella aðrar samskiftishættir

- Demokratia virkar fyri javnari kynsumboðan í føroyskum politikki, og tað haldi eg, er eitt gott mál. Men ikki at tað sømir seg at koma við ógrundaðum og óseriøsum uppáhaldum um menn og Afganistan

- Skjót hjálp er góð hjálp. Tað ræður um at fáa nøktandi hjálp so tíðliga sum gjørligt. Tí er tað sera álvarsamt, at bíðitíðin er so long

70 ára fráfaringaraldurin er tikin av

Knørranevndin er misnøgd

Fara at kæra málið um loyvi til asfaltverk á Sundi til Løgtingsins Umboðsmann

- Landsins myndugleikar taka vónandi skjótt somu avgerð sum Tórshavnar býráð í samband við strikan av 70 ára fráfaringaraldrinum

- Listafólkini hava mist inntøkur fyri millum 3,9 og 4,3 milliónir krónur síðan 1. mai 2021 til 31. januar 2022

- Tað kemst ikki uttanum, at vit í Fólkaflokkinum føla okkum at hava havt eina vánaliga vetrarhálvu. Alt byrjaði so væl aftaná seinasta løgtingsval, men nú hava sjógvarnir brotið

- Hvat ganga vit upp í sum kvinna og maður – og sampakkar tað býtið vit hava heima, millum manna og til gerandis, saman við býtið vit hava, eitt nú, í Løgtinginum?

- Jóhanna á Bergi sigur at nú eru tað tríggir dagar, har tað ikki ber til hjá suðuroyingum at ferðast sama dag. Men tað er ikki rætt

- hvar er Fólkaflokkurin blivin av??

- Gamalt var, at Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin vóru ímóti NATO, meðan teir borgarligu flokkarnir vóru jaligari. Her sýnist broyting vera komin í

- Tað er gott at ungdómurin á Ungdómstinginum sýnir áhuga fyri privatbúskapi, men hinvegin spell, at tey hava sett seg ov illa inn í tingini

- Kjakið um grindadráp er kyknað uppaftur, men í hesum føri eru tað vit sjálv, ið hava kykað undir grýtuni fyri at halda kókinum í døgurðapottinum uppi

- Mangulin er so stórur, at fyritøkur og kommunur kanna enntá møguleikan at flyta inn grót úr Noreg

- Nú fingu vit aftur ein fimbulsvetur. La Nina fall nógv niður í mai mánað í 2020 og fór heilt í botn nú í vetur. Hetta verður kallað ein dupult la Nina, og eru tá altíð fellisár við Føroyar

- Føroyska alivinnan er sera stúrin um avleiðingarnar, um eitt delfindráp afturat skuldi verið framt í Føroyum

- Føroya Arbeiðarafelag fegnast um, at uppskot er lagt fram um eina integrasjónslóg. Tørvur hevur leingi verið á eini tílíkari, og við vaksandi tali av tilflytarum, kemur lógin í tøkum tíma

- Eg havi fyrr hoyrt, at tað verður ikki longi til partrolaraflotin verður lagdur. Í dag hoyrdi eg, at flotin verður lagdur um fáar vikur

- Ógreitt er, hvat landsstýrismaðurin ítøkiliga hevur hugsað sær við hesi broytingini, meira enn at tryggja størri óheftni. Vit meta ikki, at tað ber til at avtaka kærumøguleikan

- At vera skilagóð við afturvirkandi megi, er bæði patetiskt, komiskt og ússaligt, serliga fyri ein "diplomat"!

- Tey eru ikki fá, havnafólkini, ið eru farin at ilskast og spyrja, hví býráðsmeirilutin ikki vil hava eitt býarsavn

- Hvar er markið?

- Tey allarflestu vilja fegin stytta um sjóleiðina, og tá ið tey yngu koma við einum slíkum uppskoti, eiga tey eldru at lurta væl og virðiliga eftir

Borgarar eru enn einaferð taparar og málið í samgonguskjalinum hjá sitandi landsstýrissamgongu um heimafrið er langt frá loyst

- Nær bleiv tað sosialt akseptabult at merkja okkara gomlu sum ”gamlar reyvar” og tey, sum starvast við professionellari røkt og umsorgan sum ”fólk sum vaska gamlar reyvar”?

- ÚF førir seg fram sum eitt einsporað talurør fyri Føroya Arbeiðarafelag (FA)

- Í Degi og Viku var innslag um kanningarorkuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Í innslagnum var uppgerð av kostnaðinum fyri koronukanningar hjá Thetis, Heilsufrøðiligu Starvsstovu og Smyril Line gjørd

- Heilsufrøðiliga starvsstovan verður hálovað fyri arbeiði, tey kanska kundu havt gjørt, men ikki hava gjørt. Thetis verður ákært fyri ov stóra inntøku

- Eg fari at heita á allar ísraelsvinir í Føroyum, ið kanska enn eru limir í Amnesty International: Meldið tykkum út úr hesum felagsskapinum

- KRIS metir, at fyribyrging fyri framtíðar kynsligum brotsverkum eigur at fáa ein nógv størri leiklut í broytingini í revsilógini

- Seinnapartin í dag skal verða endabrestur undir Skopunarfirði, so Sandoyggin fær beinleiðis túnasamband við Vaglið í Havn

- Við 4.000 ára longu lagnu jødanna í huga man anti-semitisma vera eitt hitt treiskasta dømi um rasismu í heimssøguni. Jødahatur er enn ljóslivandi, nú eisini takkað veri Amnesti (eisini Føroya deild) og serliga hildin uppi av ST

- Tað er sera órógvandi, at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum í løgtinginum sigur seg vera semingsmann, tá semja skal finnast á ósemjuni um gongd í haga

- Skal Tórshavnar kommuna gera nýtt atløgupláss í Hesti, so eiga royndirnar við Erlu Kongsdóttir at verða gjørdar nú beinanvegin

- Tórshavnar Kommuna, størsta og ríkasta kommuna í landinum, hevur í dag tann 31. januar 2022, tikið avgerð um at tveita 12 børn úr skúlanum á Fløtum

- Tað skylda vit gróthegnismonnunum á Argjum

- Spuringur er, um Klaksvík hevur fylgt við? Haldi, at svarast kann greitt nei, vit eru eftirbátur

- Frá 1. mai í ár skal ikki longur trekkjast 1,5% á lønarseðlunum hjá felagslimum til Trygdargrunn. Gjaldið verður ístaðin umlagt til eitt fast gjald kr. 300,- per mánaða

- Staðseting og vilji eru longu til at fáa øll hesi tingini at ganga upp í eina hægri eind

Hóast ein prikkur á heimskortinum i Norðuratlantshavi, so fáa vit í løtuni altjóða branding sum vil nakað

- Fyri umleið tveimum vikum síðan, bleiv eitt skriv deilt nakrar ferðir á sosialu miðlunum. Hetta snúði seg um nakrar hundar

- Foreldrini vórðu upprunaliga biðin um at lata børnini koppseta fyri at forða smittuútbreiðslu og við tí verja gomul og heilsuveik fólk. Tað gav meining tá og var eitt sakligt argument, men tað gevur ikki meining nú

- Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru fyri fleiri árum síðan afturgoldnir og tí eiga teir at verða lagdir afturat vegakervi landsins, um lógin skal yvirhaldast

- Tvær stórhendingar fara fram í Sandoynni í næstu viku. Ein góð, og ein minni góð. Hvørja vil tú hoyra fyrst?

- Tað var í fólkaskúlanum, at eg lærdi mest um ymiskleikan hjá fólki. Aftaná fólkaskúlan byrjaði eg at velja útbúgving eftir áhuga og meiningum hjá mær sjálvum

- Meðan arbeitt verður við umskipan til reina orku á fleiri øðrum økjum, so fer nú eisini eitt sera stórt arbeiði í gongd at leggja um til grøna orku í kommunalum bygningu

- Hesar hugleiðingar eru umframt fagnaðarorð til fríðøkini við Sandá ein áheitan á Tórshavnar Býráð um at endurskoða ætlaðu staðsetingina av nýggju kirkjuni á Argjum