Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Pápar blíva aftur blakaðir út úr kjakinum um fosturtøku

- Kanska ein løgin spurningur, heldur onkur? Men tó.....?

- Lat okkum fakfeløg standa saman um at steðga arbeiðsgevarum í at brúka útlendsku arbeiðsmegina sum verkfalsbrótarar

- Fleiri løgtingslimir siga seg taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi, og her kundi ein spurt ”hvør ger ikki tað”?

- Í sambandi við fráboðaða verfallið hjá arbeiðarafeløgunum skal hervið boðast frá, at hesir bólkar ikki eru fevndir av verkfallinum

- Eitt vælvirkandi toymið er við at fara í upploysn, tí arbeiðsgevarin hevur sett kílar ímillum og tikið ein starvsbólk burturúr, ið skal taka sær av reingerðini hjá borgarunum frameftir

- Hví missir sitandi samgonga undirtøku? Jú, hon situr og pilkar við nøkur mál, sum lítlan og ongan týdning hava fyri livikorini hjá vanliga føroyinginum.

- Tað er tí ikki rætt, sum formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim sigur í fráboðan síni fyrr í dag, at arbeiðsfólk, sum eru sett í starv hjá kommununum eru fevnd av lýsta arbeiðssteðginum

Fýra arbeiðarafeløg - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag – hava í dag havna seminsuppskotinum, og lýst verkfall á sáttmálaøkinum

- Tveir miðlar, Kringvarp Føroya og Frihedsbrevet.fo, hava viðgjørt LGBT+-evni hesa vikuna, uttan at LGBT+ Føroyar er sloppið at koma við viðmerkingum til málið. Tí koma vit her við nøkrum viðmerkingum til málið

- Tað, sum hesaferð fekk øði í Sjúrð, var, at Jóanes ikki treytaleyst tók undir við NATO-felagsskapinum og tí, sum hann stendur fyri, nú kríggið í Evropa tykist at harðna

- Borgarlig fólk vilja, at fleiri og fleiri ‘breyð’ verða ‘bakað’ til at styrkja búskapin. Sosialistar brúka sína orku til at mola breyðini sundur at keypa atkvøður fyri

- Seinastu vikurnar hava bygdarráðslimir í Fámjins kommunu funnust at tølunum í frágreiðingini um fyrimunir og vansar við samanlegging av Tvøroyrar kommunu, Hvalbiar kommunu og Fámjins kommunu

- Søguliga strævið at smíða kirkju sunnan fyri Sandá!

Hvalbiar bygdaráð hevur á bygdaráðsfundi í kvøld 8. mai. 2024, samtykt semjuskjalið um sjálvbodna kommunusamanlegging

- Tá eldralógin, løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., varð sett í gildi hin 1. jan. 2015, varð í seinastu grein í lógini, grein 22 ásett, at lógin skal endurskoðast 5 ár eftir at lógin er sett í gildi

- Tað er í mínum eygum stór skomm at vísa sína ómegd, soleiðis sum løgtingið gjørdi í farnu viku, við at beina eitt neyðugt og grundleggjandi uppskot aftur í nevnd – og skylda upp á landsgrannskoðanina

- Vestmanna kommuna hevur seinastu 6 árini goldið yvir 8 mió kr fyri útreiðslur av nógva vatninum í Fossá, sum SEV síðan 1953 hevur havt einkarrætt til at gagnnýta. Í sama tíðarskeiði hevur SEV fingið 200 mió kr fyri júst sama vatn

- Bert dagar gingu frá Høgna á Hamas-fundi til Hoydal sum NATO-vertur. Tað er bíbilska trupult at tæna tveimum harrum. Men Høgni Hoydal roynir

- Tað harmar meg sum heilsufakligan persón, at hugtakið “heilsurøkt” soleiðis verður snarað og flutt niður á eitt óvirðiligt støði. Tað hevur hugtakið “heilsurøkt” ikki uppiborðið!

- Tá ið samgongan lovaði starvsfólkum á umsorganarøkinum lønarlyft, var grundgevingin vøkur og vónrík: Lønargjógvin millum hálønt og láglønt skuldi smalkast!

- Herfyri boðaði felagið Nótaskip í Útvarpinum frá, at tað umhugsaði at stevna landstýrismanninum í fiskivinnumálum, tí hann hevði dittað sær at at útluta eina økta svartkjaftakvotu í ár

Heðin Mortensen handaði í dag Steinari Eirikstoft gávu í samband við, at Landssjúkrahúsið er 100 ár í ár

- Í dag minnast vit tey, ið hava slóðað fyri. Vit minnast tey, sum hava vunnið okkum rættin til løn undir sjúku, barsilsrættindi, at halda feriu og aðrar ágóðar, sum vit ofta taka sum eina sjálvfylgju

- Vit føroyingar hava nú ígjøgnum fleiri mansaldrar verið vælsignaðïr við tí sama frælsi okkara grannar í Finnlandi, Svøríki, Noreg og Íslandi hava, nevniliga fría atgongd til okkara felags stórslignu náttúru

- Tað eru ikki bara donsku politikkararnir, vit skulu taka upp á orðið, tá ið tað snýr seg um broytingar í ríkisrættarligu støðu okkara. Vit skulu eisini taka polittikararnar og flokkar upp á orðið og krevja, at farið verður undir at fáa neyðugar politiskar semjur um broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya

- Henda ætlanin er sera illa umhugsað, tí neyðugt verður at gera ein langan breiðan veg við fleiri brúm og rulliportrum gjøgnum 7 hagapartar við grýtutum heyggjalendi

Henda røðan varð hildin til tiltakið ”Standa fyri Lívi” á Vaglinum 14.04.2024

- Føroyska burðartalið er síðan 2018 fallið úr 2,5 niður í 1,9 børn pr kvinnu. So klára vit ikki at halda fólkatalinum uppi, tí til tess krevjast 2,1 barn pr kvinnu

- um avbjóðingar, nýhugsanir og reformar - tískil legði eg hasa greinina út í morgun, so málið ikki fór heilt av sporinum

- Hon hevur brigslað mær um staðsetingina av Heilsuskúlanum, hóast tað var ein eysturoyingur, ið staðsetti skúlan í Suðuroynni

- Vit skulu ikki laga eldraøkið eftir tørvinum hjá politikarum og fakfelagi at markera seg, men eftir tørvinum hjá tí eldra fólkinum á lívsdygd

- Í kjakinum um lív og rættindi hjá ófødda barninum, er ein týðandi trupulleiki niðurraðfestur; lutur mansins í fosturtøkuni

- Illa umhugsaðar verkætlanir og teirra staðsetingar vísa seg altíð at vera betur ógjørdar.

- Yvirvekt og ovurfiti – WHO ávaraði longu í mai 2022 um hesa sera álvarsligu gongd – hví hendir so onki ítøkiligt til frama fyri fólkaheilsuna?

- Fyri bert 12 árum síðani varð vinnarin av arkitektakappingini um nýggja miðbýin í Klaksvík avdúkaður. Longu nú kunnu vit fegnast um, at fleiri bygningar eru reistir í nýggja miðbýnum

Samráðingarnar hava koyrt síðan 4. apríl, tá fyrsti samráðingarfundur var

“Eitt fostur er eitt menniskja – tað mest hjálparleysa menniskjað í heiminum. Tað er ófatiligt, at politikararnir kunnu tosa seg burtur úr hesi sannroynd

- Reingerðartænastan í Tórshavnar kommunu hevur verið ein sólskinssøga

Tilamans hava nú 64 læknar skrivað undir, at kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi, sum sagt verður

- Undirritaðu læknar taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi. Atgongd til lógliga og trygga abort er heilsurøkt, og avgerðarrætturin skal liggja hjá kvinnuni, siga 44 læknar í nýggjari yvirlýsing

- Soleiðis sum fanatiskir "suðuroyar-debattørar" tíggja sær i løtuni um tað famøsa UNDIR-HOLIÐ, er alt rationelt orðaskifti um málið blivið næstan illusoriskt

Bretska avísin The Guardian skrivar, at Pólsísurin er víðkaður til 14 mió km2 og fevnir nú 50% meir enn í 2018. Klimakultistar hata summar og sól og elska kulda og kava. Hetta átti at frøtt tey

- Tað er undir alt lágmark at lata menniskju liggja og følna á einum sjúkrahúsi orsakað av at kommunurnar ikki hava nóg mikið av røktarplássum

 

- Nevndin í Hjálparfólkafelagnum fær javnan spurningin, um hvussu tað gongur við samráðingunum, hvat farið verður eftir, og um hjálparfólkini verða raðfest hesaferð

- Í stuttum kann man siga, at í vanligari vinnu klára politikarar ofta at halda seg burtur frá detailstýring, men í fiskivinnu vilja politikarar spæla vinnulív fyri almennar pengar, meðan so at siga eingin skilagóð regulering er av heimligu fiskastovnunum

- Málið um staðsetingina av Tjóðleikhúsinum er einmælt samtykt og avgreitt av býráðnum fyri meira enn tveimum árum síðan. Og eg leggi ikki málið aftur fyri býráðið

- Við hesari ætlanini hjá Dennis Holm, so verða so líðandi, yvir stutt áramál, teir síðstu føroysku fiskimenninir, sum eru eftir umborð á línuskipum, partrolarum og trolbátum, ein saga blott

- Hesi orð vórðu ikki bert hoyrd í Breddanum her fyri. Hetta eru vanligar orðingar, vit hoyra dag og dagliga í umrøðu av vinnu, sum ber seg

- Eg taki tí undir við tilmælinum frá stjóranum í Tórshavnar Havn um at sleppa hesari ætlanini og fari at heita á tey, sum fyrireika hesa verkætlanina um at finna aðra hóskandi staðseting