Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Okkara fólkatingsumboð eiga at virka fyri, at møguleikar hjá ungum lesandi at fáa bústað í Danmark gerast betur. 

Tað kemur ofta fyri, at tey sum flyta til Danmarkar í lestrarørindum eru heimleys fyrstu tíðina. Av hesi orsøk fáa fleiri eina ringa byrjan upp á lesturin, og nøkur koma kanska ongantíð rættuliga fyri seg fyrsta árið.

Vit eiga at gera eina avtalu við danir um, at føroysk lesandi skulu hava tillutað eitt neyðugt tal av lestrarbústøðum.

Grundgevingin fyri slíkari avtalu er sjálvsøgd. Føroysk lesandi eru 1.500 kilometrar heimanífrá og eru í veruleikanum heimleys, um tey ikki fáa ein bústað.

Hvussu skal hetta gerast í praksis? 

Eg haldi, at landsstýrið og danska stjórnin í felag eiga at finna bústaðarloysnir, sum eru ætlaðar føroyskum lesandi í Danmark. 

Okkara fólkatingsumboð kann vera ein aktivur viðspælari at fáa danskar myndugleikar at skilja trupulleikan og at loysa hann.

Christian Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo