Oftari fólk siga 'faktiskt', færri sannroyndir eru í talu teirra
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Oftari fólk siga 'faktiskt', færri sannroyndir eru í talu teirra
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Seyðahundasambandið: Landsliðið er komið heim aftur á klettarnar, og heystfjøllini eru gingin. Nú er tíðin tá seyðahundakappingarnar byrja aftur.

Byrja verður við kappingini hjá Norðoya seyðahundafelag. Hon verður sum vant á bøðnum Eystur í Heiðum á Viðareiði. Hetta hevur verið heimavøllur hjá Norðoya seyðahundafelag í nøkur ár. Umstøðurnar eru avbera góðar. Seyðurin kemur innan úr Viðvík, hann er róligur at reka, men tiltikin treiskur og ringur at fáa í rætt (Pen).

Viðingar bjóða suppu á døgura, kaffi og køka verða eisini at fáa. So tað er ikki at halda seg aftur at koma framvið.

Í ár hevur Norðoya seyðahundafelag fingið íran Paddy Fanning at koma heim til Føroya at døma kappingina. Paddy er óførur seyðahundamaður, hann hevur kappast nógv og hevur eisini nógvar royndir við at døma seyðahundakappingar. Paddy hevur seyð í írsku fjøllunum. Tað ber til at fylgja Youtube rás hansara “Churchmount sheepdogs”. Sunnudagin og mánadagin fer Paddy at halda skeið í seyðahunda venjing.

Hyggja vit at byrjurnarrøðini eru nakrir nýggjir hundar at síggja. Brá hjá Tóroddi Vang, Rútur hjá Brandi K. í Kongsstovu, Megg hjá Peri Joensen, Mars hjá Hera Ó. Dam og Nap hjá Onnu Sofíu Fjallheim eru allir hundar, ið eru við fyri fyrstu fer. Spennandi verður at fylgja hesum hundum í framtíðini.

Ein av gomlu hundunum, ið vanliga hevur klára seg væl, er ikki við, tað er Lynn hjá Onnu Sofíu Fjallheim. Hon var nummar fýra í FM í fjør. Annars eru fýra av fimm teimum bestu, frá sísta kappingar ári, við leygardagin. Teir eru Moss og Mainstay Meg hjá Tummas Jacobsen, og Gripur og Kvikk hjá Jónstein Petersen. Hesir fýra eru helst favorittar leygardagin. Svan hjá Tóroddi Vang stríðist við ein skaða, tað er ikki heilt víst um hann luttekur. Stórur missur verður í Tóka B. Mikkelsen, ið ofta hevur klára seg væl. Hann er fluttur av landinum, og luttekur ikki í kappingini.

Veðurforsøgnin sær ikki gott út seinnapartin leygardagin, so ætlanin er at byrja tílja. Luttakarar og dómari fara at ganga ígjøgnum breytina kl 08:00, og so byrjar kappingin so skjótt nóg ljóst er. Hetta er fyri at tað skal verða liðugt áðrenn tað ringasta veðrið.

Norðoya seyðahundafelag bjóðar øllum Norð at hyggja, og fáa eitt gott seyðahunda (ella bara seyða) prát.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #