Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Støðan er spent í Moskva eftir at illa lýddi Wagner herurin, sum annars hevur barst á russiskari síðu í krígnum ímóti Ukraina, nú eftir øllum at døma hevur ella í øllum førum hóttir við at venda kanónunum ímóti Moskva.

Á boðtænastuni Telegram, sum verður nógv brúkt í bæði Russlandi og Ukraina, verður dúgliga gitt um, at Vladimir Putin, forseti, er farin í flogfari til Tver, har hann hevur eini frítíðarhús. The Guardian skrivar, at flogfarið hjá Putin er farið úr Moskva, men talsmaðurin hjá Putin, Dmitrij Peskov, vísir aftur, at Putin er farin úr Moskva.

- Hann er til arbeiðis í Kreml, sigur talsmaðurin.

Sambært týska miðlinum Der Spiegel eru eisini nógv vanlig fólk sum vilja sleppa úr býnum, og tað er trupult at keypa ein ferðaseðil við flogfari úr Moskva til eitt land, har ein sleppur inn uttan visum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo