Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tá altjóða Eurovision sangkappingin verður hildin í Malmö í Svøríki í næstu viku, verður loyvt at veittra við LGBT flaggi, men ikki palestinskum tjóðskaparflaggi.

Tað hevur evropeiski miðlafelagsskapurin, European Broadcasting Union (EBU), kunngjørt í skrivi, sum sæst her.

Sangkappingin er heimsins størsta beinleiðis sending, sum fleiri enn 160 milliónir hyggja eftir, upplýsir EBU.

Felagsskapurin upplýsir eisini, at í útbreiðslu og undirtøku er tað serliga LGBT segmentið, ið er málbólkurin í sangkappingini, sum í útbreiðslu og undirtøku verður lýstur soleiðis:

"Eurovision has gained popularity for its camp appeal, its musical span of ethnic and international styles, as well as emergence as part of LGBT culture, resulting in a large, active fanbase and an influence on popular culture."

Vinnari í fjør var svenska Loreen við Tatoo. Tí er kappingin nú í Svøríki.

Ísrael, sum ofta liggur væl fyri í kappingini, var nummar trý.

Júst Ísrael, sum er eitt vinarliga sinnað LGBT land, er fremsta orsøk til at serlig løgregluverja og flaggpolitikkur verða kunngjørd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo