Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2021. Miðalveiðan hvønn troltíma í ár var 66 kg/t, sum er nærum tað sama sum í fjør.

Miðalveiðan fyri árini 1995-2020 var 115 kg/t, so enn er lítið at fáa. Høvuðsføðin hjá svartkalvanum var svartkjaftur, og meginparturin av aldursgreinaðu fiskunum var 6-9 ára gamal.

Hesar kanningar hava verið gjørdar á hvørjum ári síðani 1995 fyri at kanna útbreiðslu og lívfrøði hjá svartkalva.

Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo