Seinastu næturnar hevur verið nógv norðlýsi at sæð í fleiri støðum kring landið.
Á hesum facebookvanganum hava fólk lagt myndir út, bæði sunnaliga og norðaliga í landinum.
Sambært veðurstovuni verður toluliga klárt nógvastaðni kring landið í kvøld eisini, so kanska verða líkindi at síggja norðlýsið aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



