Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

LINDIN: Í Lindini hevur arbeitt verið við at tilevna nýtt tilfar til ársins páskadagar. Hesar nýggju sendingarnar verða sendar kl. 9,30 - 10,45 Langafríggjadag og, Páskadag og 2. Páskadag.

Fyrsta sendingin er um C. S. Lewis. Flestu kenna barnabøkurnar og filmarnar um “Narnia”; nýliga var ein sýning av Narnia í CityChurch. Somuleiðis hevur C. S. Lewis skrivað eina mongd av kristnum apologetik-bókum. C. S. Lewis var granskari á Oxford universiteti í enskum og hevur eitt sera flott skrivilag. Í sendingini hoyra vit føroyskar tekstir av honum og eitt prát verður um hansara lív og bøkur.

Næsta sendingin er um H. C. Andersen sum ein kristnan mann. H. C. Andersen hevur skrivað nøkur ævintýr við týðuligum kristnum innihaldi. Nomið verður við ævintýrið “Tann vakrasta rósan”, sum snýr seg um eina drotning, ið liggur sjúk á deyðastrá og ynskir at finna heimsins vakrastu rósu. Somuleiðis verður søgan “søgan um eina mammu” viðgjørd. Hendan søgan fortelur um eina mammu, ið missir sítt barn, og hvussu hon stríðast við Guð, sum tók hennara barn frá henni á einum ov ungum aldri.

Ein av teimum mest virdu bíbliulærarunum í Noregi er Jan Bygstad. Jan Bygstad er prestur og formaður fyri “For Bibel og Bekjenneldse”. Jan Bygstad hevur fylgt sera væl við sekulariseringini av norska samfelagnum. Hann øtast, at man í skúlum ikki longur kann upplæra børn í kristindóminum. Somuleiðis er hann illa við av hvussu nógva ávirkan “Humanistisk samfunn” hevur á norska skúla-gerandisdagin, millum annað er tað sera avmarkað við jólaguðstænastum í Noregi. Harafturat hevur Jan Bygstad fylgt væl við ta kynsneutralitetboðan og tað normstormarí sum er komið sera sterkt inn á nakrar norskar skúlar seinastu 2-3 árini. Tá so nógv ring ávirkan er hend í norskum skúlum, so mælir nú nógv virdi Jan Bygstad, at kristin foreldur nú mugu senda teirra børn í kristnar skúlar ella at foreldrini heimaskúla tey. Væl vitandi er hetta ikki støðan í Føroyum. Men kann tað hugsast, at sama støða kann koma í Føroyum um eitt ella fleiri áratíggjund. Tí verður í hesari sending kannað kristnir skúlar mótvegis almennir fólkaskúlar.

Sum sagt verða sendingar sendar langafríggjadag, páskadag og annan páskadag kl. 9,30-10,45. Longu nú kunnu sendingarnar hoyrast sum poddvarp, t.d. á spotify, apple podcast, google podcast og líknandi. Leita eftir orðinum “bylgjulongd” og so liggja hesar tríggjar sendingarnar ovarliga í listanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo