Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Lions Eysturoy/Klaksvík: Lions Eysturoy/Klaksvík hava stuðlað Draganum KG 212 við 75.000 kr.

Á samkomu umborð á Draganum í gjár handaði presedenturin fyri Lions Eysturoy/Klaksvik, Tummas Lervig, skiparanum á Draganum, Kára millum Garðarnar, kekkin á 75.000 kr.

Dragin stendur fyri umvælingum á skrokkin og fer stuðulin til at kalfatra skipið seinni í summar.

Lions Eysturoy/Klaksvík hava stuðlað Draganum KG 212 fyrr við einari Iridium telefon.

Draga-menninir vóru sera takksamir fyri stuðulin og vegna teir takkaði Kári millum Garðarnar hjartaliga fyri kekkin.

Lions setur eisini stóran prís uppá tað stóra arbeiði sum er lagt í at varðveita seglskipini í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo