Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Lions í Føroyum hevur latið 100.000 krónur til Lions í Grindavík í Íslandi, eftir eldgosini har sum hava gjørt, at øll fólkini eru flutt úr bygdini.

Soljóðandi bræv er sent íbúgvunum:

Góðu íbúgvar í Grindavík

Lions Føroyar, sum er umboðaður av hesum Lions klubbum:

LC Tórshavn, LC Suðuroy, LC Vágar, LC Eysturoy/Klaksvík, LC Tindur og LC Liljan.

Vilja við hesum skrivi vísa okkara samkenslu í hesi sváru tíð, í samband við tí álvarsligu náttúruvanlukku, ið rakti tykkum íbúgvar í Grindavík.

Vónandi koma tit skjótt og væl fyri aftur, og vilja vit eisini fegin vera við til, at lata eina peningagávu í gjøgnum Lions Club Grindavík.

Vónandi kann gávan verða tykkum íbúgvum at gagni, og har ið tit (klubburin) metir, at peningurin kemur best og flest til hjálpar.

Vit vilja við hesum skrivi geva tykkum:

DKK 100.000,-

Má Harrin hjálpa tykkum í hesi sváru tíð.

Føroyar, tann 25. januar 2024.

Við samkenslukvøðu

Lions Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo