Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Drigið verður millum øll atgongumerkini á ólavsøkuframsýningini hjá Lions um henda málningin eftir listamannin, Heðin Kambsdal

Drigið verður millum øll atgongumerkini á ólavsøkuframsýningini hjá Lions um henda málningin eftir listamannin, Heðin Kambsdal

Seytjanda árið á rað skipar Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning á ólavsøku, og sum tey flestu av árunum, verður hon aftur í ár í Müllers Pakkhúsi.

Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini hjá Lions fer á hvørjum ári til eitt vælgerandi endamál, og hesaferð verður tað felagsskapurin KRIS, ið fær pengarnar, ið koma inn. Inntøkur koma bæði frá atgongumerkjunum, ið kosta 50 krónur, og frá søluni av listaverkum, tí ein partur av tí, listaverkini verða seld fyri, verður latin til framsýningina og sostatt kemur í ár KRIS til góðar.

Ítøkiliga fer innkomni peningurin hesaferð til at seta á stovn eina heimasíðu, har fólk, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi ella teirra avvarðandi dulnevnt kunnu skriva inn og fáa ráðgeving og hjálp frá øðrum, sum hava verið útsett av kynsligum ágangi. Tey í KRIS meta, at tað er sera stórur tørvur á einum staði, sum fólk kunnu venda sær til dulnevnt, serliga tí at Føroyar eru so lítlar, og tí at hetta er eitt serliga eymt evni, og hesum vil Lions Club Tórshavn fegið stuðla.

Sum vant, verður ein málningur lutaður burtur millum øll atgongumerkini, og í ár er talan um ein málning eftir Heðin Kambsdal í Fuglafirði, ið eisini áður hevur sýnt fram á ólavsøkuframsýningini, og tað er Eik Banki, ið stuðlar framsýningini við at lata málningin.

Framsýningin letur upp mikudagin 27. juli klokkan 16 og er fyrsta dagin opin til klokkan 20. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er opið frá klokkan 14 til 20, og leygardagin 30. juli er framsýningin opin frá klokkan 14 til 18.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo