

Dóttir heimskenda, amerikanska sangaran Elvis Presley, Lisa Marie Presley, er deyð av einum hjartatilburði. Hon gjørdist einans 54 ára gomul.
Tað er mamman, Priscilla Presley, sum í morgun hevur borið tíðindini.
Tað eru ikki meiri enn tveir dagar síðani at tær báðar vóru hjástaddar, tá Golden Globe heiðurslønin fyri besta leikara var latin Austin Butler fyri besta leiklutin í filminum "Elvis".
Lisa Maria hevði lagt ikki færri enn fýra hjúnarbond afturum, hon var millum annað gift við Michael Jackson og eitt stutt skifti eisini við Nicolas Cage. Hon átti fýra børn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo