Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Stórt listarligt tiltak leygardagin 8. okt. 2022, har føroysk listafólk bjóða grafikhugtakinum av við verkum, sum spenna frá siðbundnum etjingum, lino- træ- til talgilt prent og samansett til høgar installatiónir.

Í Norðurlandahúsinum er framsýningin “ Spor, ið verða til “ kuraterað av norsku/føroysku listfrøðinginum Eva Furseth, sum eisini hevur skrivað bókina “ Spor, ið verða til “, sum fæst fyri DKK 348.

Tey átta listafólkini i Norðurlandahúsinum eru : Jóna Rasmussen, Astri Luihn, Jana Jonhardsdóttir, Jón Sonni Jensen, Kári Svensson, Rannvá Holm Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Bárður Dal Christiansen.

Harumframt sýnir Listasavnið grafik úr savninum.

Í Gallarí Havnará eru Astri Luihn, Ingi Joensen og Jóna Rasmussen.

Í Perluni eru ListGraFo limir : Annika Gregoriussen, Ásla Rannvá Svensson, Nicolina Højgaard,

Oggi Lamhauge, Kári Svensson, Bárður Dal Christiansen, Rannvá Holm Mortensen, Jóna Rasmussen og Astri Luihn.

Háskúlanæmingar gera “ Grafisk Spor “ frá Perluni via Viðarlundina til Listaskálan og víðari til Norðurlandahúsið.

Framsýningarnar: 8. okt.
Kl 15 Norðurlandahúsið
Kl 16 Listasavnið
Kl 17 Gallarí Havnará
Kl 18 Perlan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo