

Aftur í ár verður Skúlin við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina í Eysturkommunu.
Framsýningin letur upp páskadag kl. 16:00 og er opin 2. páskadag eisini.
Tey ið sýna fram, eru borgarar í Eysturkommunu – øll búsitandi í Gøtu.
Í ár eru listafólkini hesi:
⦁ Elisabeth Maria Pálsdóttir – Tekningar og málningar
⦁ Jens Klæmint Jacobsen – Tekningar
⦁ Tummas Jákup Thomsen – Tekningar og málningar
⦁ Valborg Jacobsen - Málningar
⦁ Sædis Eilifsdóttir – Glaslist
Framsýningin er opin hesar dagarnar um páskirnar
27/3 – Páskadagur 16:00 -19:00
28/3 - 2. páskadagur 16:00 -19:00
Framsýningin er inni í fimleikahøllini og letur upp við røðu og tónleiki kl. 16 sunnudagin 27. mars.
Ein góður kaffimuður við køkum verður at fáa báðar dagar eisini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo