Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Hóskvøldið 15. oktober letur forvitnislig listaframsýning upp í Müllers Pakkhúsi.

Tað eru tær báðar listakvinnurnar Rannvá Holm Mortensen og Guðrið Poulsen sum lata dyrnar upp til verkið Salt jarðarinnar- jarðarinnar salt. 

Talan er um innsetingarverk (t.e. innstallatión) sum fyrstu ferð varð framsýnd á Salt í mai-juni í ár.

Nú hava tær tillagað verkið til Müllers Pakkhús. Salt jarðarinnar - jarðarinnar salt snýr seg tematiskt rundan um saltjavnvágina, vistskipanina, tíðina, (dýr)gripir, kropp og náttúrunnar viðbrekni.

Perspektivið er uppá tað mista paradísið øðrumegin, og ivan og angistina fyri tí ókomna hinumegin.

Fernisering er hóskvøldið 15. oktober kl 20. Øll eru hjartaliga vælkomin, og øll tilmæli verða hildin.

Framsýningin er opin mikudag-sunnudag kl 15-18. Fram til 22. November.

Stuðlað hesa framsýning hevur Tórshavnar Kommuna. Annars hava Mentamálaráðið, Mentanargrunnurin og Saltsilogrunnurin stuðlað verkætlanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo