At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Lívgandi listaløtur,
nú eg gangi á gamlar gøtur,
merki vakurleikan í nánd;
merki skapanarevni vakna,
merki sálina nýggja og nakna
fram spríkja úr skrivandi hond.

Læandi listaløtur,
mær mangt góðviljað minni møtir
hesa blíðu sunnudagsstund.
Væl røktir urtagarðar,
har guddómar vaka sum varðar,
meðan blómur grógva um grund.

Lættligar listaløtur,
nú ið eymgingnar gerandisføtur
steðga upp - og... bíða eitt bil!
Miklir málningar skrýddir við streymum
av tilvitsku, kenslum og dreymum,
eins og vitið missir sítt skil.

Lurtandi listaløtur,
nú ið tónar so sterkir, so søtir
savna saman ta fagnandi fjøld,
nú hvør einstakur gloymir seg sjálvan,
nú eingin skal kenna seg hálvan;
sjálvt tey stirdastu tiðna til skøld.

Langtandi listaløtur.
Vónin gerandisgráleikan bøtir
og málar eitt sinni av sól.
Lættar løtur, ið sálirnar yngja,
nú ið kirkjuklokkurnar ringja,
og eg sessist við urgustól.

Lokkandi listaløtur,
nú øll reika um frælsisfløtur,
nú hvørt mansbarn er sameint á fold.
Slíkar løtur, nú hugarnir flúgva,
nú hvør tortrúna sál fæst at trúgva,
nú ljós sprettur úr myrkastu mold.

Nú Frits Johannesen fór foldum frá, rann hendan yrking mær til hugs, ið eg skrivaði sunnudagin 6. september 2020 – eftir eitt ríkt prát við mannin, ið var so mongum til hugferð í heimbygd síni Fuglafirði.

Yrkingin varð skrivað eftir nakrar hugfarsligar mentanardagar ein vakran seinsummarhuffyrrapart í miðstaðarlundini, meðan kirkjuklokkurnar ringdu inn til gudstænastu. Ein av lívsins vøkru løtum – ein listaløta. 

Við sorgblíðum minnum,
Sámal Matras Kristiansen

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo