40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Trý ísfiskaskip eru úti. Tey landa helst í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu, men fiskaríið er smáligt.  Onkur av smærru ísfiskabátunum fer helst avstað í næstum. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Eysturgrønland og trý undir Føroyum.

Fiskamarknaðurin sigur í sini meting um útlitini fyri vikuna, at av tí at streymurin harðnar sum vikan gongur, og veðrið verður nakað umskiftandi, og so tí páskirnar eru í vikuni, so verður ikki roknað við nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar liggja báðir við bryggju, men møguliga fer annar avstað í vikuni. Seks pør eru til fiskarí, men fiskaríið er misjavnt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo