Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókaumrøða hjá Tórbjørn Jacobsen eftir áheitan frá Sprotanum, táið bókin Minni frá míni lívsleið eftir Jákup Lamhauge var løgd fram fyri at kalla fullsettari Løkshøll í dag.

Teir eru so nógvir, ið eru uppkallaðir eftir Jákup bónda í Lamba, at fólk hava fregnast dúgliga, síðan tað var lanserað, at ein bók við heitinum Minni frá míni lívsleið var á veg, og høvundurin var Jákup Lamhauge. Jákup hjá Stinemiu plagdu vit at rópa hann, og ta náttina í 1946, tá hann var borin inn í hendan heimin, gekk toran sum ongantíð áður, og tað regnaði sum um Várharra ætlaði, at jørðin skuldi drukna hesa náttina, kanska ein fyrivarningur um tað sum koma skuldi burturúr hesum nýføðinginum, sum var komin við bulduri og braki inn á Teigar í Lamba. Hann varð, sum sagt, uppkallaður eftir abbanum Heimi við Hús, og táið hann var borin fram fyri skírnarfuntin í Glyvra kirkju, var tað ein ordans kongarekkja sum tók ábyrgdina av honum, umframt foreldrini: Andreas í Dalinum, Jákup í Jákupsstovu, Sámal Jákup undir Lyngbrekku, Meinhard av Byrgisheygnum og tær báðar Edith í Jákupsstovu og Kirstin hjá Louisu í Árnafirði, sum vóru gummur.

Søgufrøði er eitt fak, og frøðingarnir halda seg vanliga stringent til álítandi munnligar og skrivligar keldur - úr einum kritiskum sjónarhorni. Soleiðis skal tað vera. Tað gevur okkum eina hóskiliga hilling á, hvat ið fyrifórst á søgunnar slóð, men mín spurningur hevur altíð verið: Hvør skrivaði tær skrivligu keldurnar? Oftast tey, sum tá sótu fyri valdinum, vanliga fólkið skrivaði onga søgu, og tað er ikki so langt síðan, at analfabetisman varð ruddað burtur í stórum parti av heiminum. Eitt dømi úr rúgvuni kann vera Læknastríðið í Klaksvík. Í skjølum kann væntast, at vit bert fáa at vita tað, sum myndugleikarnir vistu - ella hildu seg vita - um standin. Guerillan í Klaksvík legði ongi skjøl eftir seg uttan onkrar bandupptøkur hjá sjefkommandantinum Fischeri Heinesen, sum seinri eru komnar undan kavi. Ikki fyrrenn eg las bøkurnar hjá Líggjasi í Bø og Arnsteini Niclasen fekk hetta stríðið eina nýggja dimensión, eitt ískoyti frá tí vanliga fólkinum í Klaksvík. Hóast báðir tveir vóru ungir um tað mundið, vóru teir onkursvegna partar av fólkahavinum, táið stríðið gekk báðar vegir á hermótinum. Leggur man søguna hjá frøðingunum og autodidaktu høvundunum saman í eina heild, kann ein og hvør sjálvur gera sær eina mynd av hesum gitna stríði, sum lok leingi lá omaná, hóast okkurt seyraði út ígjøgnum rivjabeinini á onkrum so hissini.

Bygdarlív og skipslív eru fyri tað mesta lýst í fakligum søgufrøðiligum ritum og í skaldskapi, men ynskir ein at fáa meiri at vita um huglagið – stemningin – í tíðini, á sjógvi og landi, so kann tað vera ein fyrimunur at lesa t.d. saga´irnar hjá Kristian Osvaldi Viderø, Í Grønlandi við Kongshavn hjá Magnusi Dam Jacobsen, Mín lívssøga til sjós hjá Richardi Jacobsen og hitt drúgva essay´ið, ið Jóanes Nielsen skrivaði um sína tíð sum dekkari við Kongshavn, og sum hann flutti fram í einum fyrilestri í estetiska salinum í Bylgjuni fyri fýra árum síðan.

Jákup er sum nývorpin rithøvundur í slekt við hesar seinru. Hann skrivar um lívið í bygdini, í Lamba, og kemur eisini út um Eiði, tá hann eigur slekt ymsastaðni kring um fjørðin. Nú er hann næstan 10 ár eldri enn eg, og hevur harvið fingið nakað meiri við av tí gomlu tíðini, millum annað táið torv var skorið og brúkt sum brenni. Annars líkist referansuramman ikki sørt. Kanska hava vit lyndi til at romantisera uppvøksturin, tað fullkomna frælsi, har strokið var um tún, fjøru og heiðar, men vit, í okkara aldri, kenna okkum aftur í frásøguni hjá Jákupi. Ivist ikki í, at mammurnar vóru minst líka góðar við okkum, sum mammur eru við sínar synir í dag, men tær gjørdu onga roynd at tjóðra okkum í ein hæl á heimabeitinum. Um nøkur filosofi lá handan hendan uppalingarháttin, veit eg ikki, men kanska hevur hugsanin bara verið so einføld, at vit eru ein eiðsvorin partur av natúruni, og so má tað svíða sum svøllur. Nógv prus og nógvar skeinur, men sum Axel Tórgarð einaferð tók til: “Man lærir av at detta. Tað oftari tú dettur, tess meiri lærir tú.” Hvussu tað fer at vignast hesum viðvíkjandi hjá curling ættarliðnum er ilt at siga, men Jákup er ikki optimistiskur í so máta. Um hann heldur, at mammurnar skulu heim aftur til kjøtpottarnar, veit eg ikki, tað ber tann vegin, men til tað er samfelagið vorðið alt ov kompliserað, og við einum arbeiðsmarknaði, sum skríggjar eftir fleiri lógvum, ber hetta als ikki til.

Ein javnaldur Jákups er Jørmund í Gerðinum. Teir búðu um somu svæði og spældu nógv saman. Eisini róðu teir saman við 5´mannafarinum Tjaldrinum hjá NSÍ, miðskeiðis í sekstiárunum, bátinum sum ongin megnaði at taka, og bátsfelagararnir vóru annars Bjarki hjá Hans Dávid á Skansa, Dunga Jákup, Líggjas hjá Skómakaranum, Jack hjá Tummasi og Per hjá Monu. Sum Jákup sigur í bókini: Tað eru tvær tíðarrokningar um hesar leiðir, fyri og eftir Krist og fyri og eftir Tjaldrið í 1964. Hann nevnir annars, at Jørmund var og er hegnismaður, tað veit eg alt um, hann hevur verið maskinmeistari hjá mær í nógv ár, og tað var hann sum í ringasta ódnarveðri lesti seg fram at einum holi í vatnganginum frammi undir bóvnum í bakborði, sum vit høvdu fingið eftir nógvar stútingar í stórísinum útfyri Arsuk, fyri góðum 40 árum síðan. Mannaður við einari sveisitong, í einum bjargingarbáti, tetti hann holið, meðan vit høvdu sett skipið inn ímillum tveir stórar klettar undir einum steyrrættum forbergi, fyri at tað ikki skuldi søkka ella í ringasta føri fara runt, táið kjølfestan at kalla var burtur.

Minnist at abbi ofta tosaði um Austerlitz og skiparan og eigaran Bartal. Hann var giftur við Sannu, ið var fastir Jákup. Abbi rópti hann onkuntíð fyri “den store grabber”, tí hann fiskaði so ómetaliga væl, og var tungur at dansa við, skilt á tann hátt, at hann altíð lá í broddi fylkingar í kappingini um at fáa mestu veiði. Tað stóð tign og tað lá næstan ein guðdómlig aura um teir gomlu skipararnar, og ein strandingur segði mær einaferð, at komu Bartal og skiparabrøður hansara spákandi eftir vegnum, tá fyltu teir so nógv, bæði so og so, at nógv ikki hættaðu sær at møta teimum, - tey tóku ofta eina alternativa rás at flyta seg eftir. Frásøgnin hjá Jákupi frá tíðini við Austerlitz er framúr, ein ógviliga góð lýsing av umstøðunum umborð á skipum tá í tíðini. Havi sjálvur roynt nakað av tí sama við útróðrarbáti á snelluveiði undir Íslandi. Ongin bukka, upp í ein fingurbolla av vatni til tenninar um dagin og arbeiðstíðin var onkurstaðni millum 18 og 20 tímar um sólarringin. Koyggjurnar vóru so lágar, at tú fekst ikki vent tær fyri yvirkoyggjuni, og Atlantshavið sprændi inn ígjøgnum gisnaðu plankarnar. Tann eina túrin gekk provianturin undan, og í trý samdøgur ótu vit bert konserverað ananas, júst ikki tað gastronomiska tærið, sum leggur mesta magnið til mergin og vøddarnar.

“Um tann reyðhærda kempan – Clement Jacobsen úr Føroyum – ikki hevði verið við, so visti hann ikki, um teir høvdu borið boð í bý. Hann hevði ongantíð í sínum livandi lívi sæð eina slíka kempu. Hann tveitti lýsi- og oljuføt og onkran bátamotor fyri borð, sum tað kundi verið ullaposar.” Hetta hevur Jákup frá einum norðmanni, sum var við Niels R. Finsen, táið hesin damparin var um at ganga burtur í fúlasta ódnarveðri á Hvarvinum í 1939. Klæmint á Bakka róði út frá Borgshavn í fleiri ár, og har hevði hann eisini verið hetta árið. Í næstu slektini róptu tey hann bara Gammi, meðan vit, sum vóru eitt vet longur úti í slektini, róptu hann Klæmint á Bakka. Pápi mín og Klæmint vóru trímenningar, á sama hátt vóru teir báðir trímenningar við høvundan Jørgen-Frantz Jacobsen, og ikki systkinabørn, sum tað stendur í bókini.

Nú var eg so heppin, at eg kom at arbeiða saman við Klæminti, og hann var á mangan hátt ein kempa. Abbi segði altíð, at man skuldi meta ein mann eftir bringukassanum og pannuni. Var bringukassin rúmligur boðaði tað frá styrki, og var pannan høg, boðaði tað frá viti. Klæmint var útgjørdur við báðum. Hann var ein eldri maður, táið vit báðir samvirkaðu á Bakka, í sildini, og eg havi hvørki tá ella síðan sæð nakað líknandi til styrki. Fleiri hundrað pund sóust ikki á honum, og evnini at vera vakin vóru eisini óvanlig. Hartil var hann ein væl lisin maður, fírdi ikki fyri at greiða frá hinum gamla Hellas og griksku mýtologi´ini t.d. Eisini átti hann eini sjáldsom evni at fara við ungum fólki, man bleiv bara góður við hann av medferðini og blíðliga lyndinum. Ein fráboðan um hetta eru ungdómarnir, ið vuksu upp hjá honum og Elsu Súsonnu, og øll tann unga slektin, sum javnan vitjaði heim teirra innanvert Gjónna á Glyvrum. Elsa Súsanna (Elsasanna) er ein søga í sær sjálvum. Hon var fastir Jákups. Hon er ein av hetjunum um hesar leiðir. Ósjálvsøkin stríddist hon fyri teimum, sum høvdu fingið ein døtt í samtíðini, m.a. einkjum við børnum, ið høvdu mist mannin á sjónum. Hon stríddist saman við øðrum fyri at fáa skipaða ansing av børnum um hesar leiðir og vann stríðið. Hon var meginsálin í Kongshavnar Kvinnufelagi, sum framvegis hevur alstóran týdning fyri økið, og sum framvegis stendur á sosiala DNA´num hjá Elsu fastir, sum Jákup vildi sagt. Tá kommunan keypti húsini hjá Kvinnufelagnum til frítíðarhús, var tað ongin sum ivaðist í tí, at húsið í nýggjum regi skuldi eita: Frítíðarhúsið Elsa Súsanna. Dastið av keypspeninginum lat felagið Gulu smiðjuni, sum nú fyri tað mesta er tilhald og virkishús hjá unga fólki okkara. Tað er ein flottur varði Jákup hevur sett teimum báðum í hesi bók.

Tað er nú nakað væl fráliðið, síðan eg fyrstu ferð frætti um, at onkur hevði sæð handritið til hesa bók. Hugsi at tað vóru teir báðir rættlesararnir Asfinn og Jens sum bóru hetta upp fyri mær. Veit ikki hvat ið eg væntaði, men nú eg havi lisið bókina, fari eg at viðmæla øllum at lesa hana. Hon greiðir okkum frá hvussu fólk livdu um okkara leiðir, í væl trengri tíðum enn nú, og tú varnast á onkran hátt, at hóast gerandisdagurin var stríggin, so flutti samfelagið seg frameftir til tað samfelagið vit nú eiga. Dreingir vóru meiri staðbundnir fyrr enn nú. Vit glyvradreingir vóru fyri tað nógva í bygdini, og í Lamba vóru vit næstan bara eftir fjallgongu á Dalinum og á Hjøllum, og seyðurin varð fluttur við báti inn á støðna í Lamba og haðan við bili út á Glyvrar. Eitt hugaligt minnið frá tí tíðini er, at vit altíð løgdu at landi í handlinum hjá Danu, í Bønhúsmørk, har vit styrktu okkum við einari maltøl frá Føroya Bjør.

 

Annars var tað fyri tað mesta Kammi, sum førdi okkum inn eftir Lambavík við báti sínum.

Einaferð vóru teir báðir Kammi og Karl Jóhan á floti. Seinrinevndi róði við sveittabroti, meðan Kammi sat frammi í skutinum. Tá letur brádliga úr honum:

                                 Kammi hin grammi,

                                 situr har frammi,

                                 og fílar við snøri,

                                 í góðum humøri,

                                 øll kenna hann,

                                 sum ein rættan mann.

Tá loysti gamli kommunuskrivarin ein bøllutan av tunguni.

Takk fyri bókina Jákup, sera væl frágingin, og nú veit eg meiri enn eg visti, áðrenn eg fór undir lesnaðin, sum gjørdist mær so spennandi, at eg næstan las bókina í einum rendi. Økið okkara hevur fingið eitt virðismikið klípi til søgu tess, sum kundi farið sama veg sum so mangt annað, á søgunnar grúgvu, haðan tað ongantíð kom aftur. Tú vildi tað øðrvísi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo