Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Eftir at 24. umfar í ensku Premier League er fingið frá hondini, er greitt, at Liverpool hevur økt um munin niður til Manchester City við einum stigi. Harvið er munurin ímillum tey bæði oddaliðini nú fimm stig.

Liverpool hevur 61 stig á fyrsta plássinum, meðan City hevur 56 stig á 2. plássinum. Á 3. plássinum hevur Tottenham 54 stig.

Men eftir at City í gjár tapti 1-2 á útivølli ímóti Newcastle United, munnu tað vera nógvir Liverpool fjepparar, sum iðra seg um, at munurin niður til City ikki er sjey stig.

Liverpool megnaði nevniliga bert at leika 1-1 á heimavølli í kvøld ímóti fyrrverandi meistarunum úr Leicester City.

Mane legði Liverpool á odda longu í 3. minutti, men í yvirtíðini av fyrsta hálvleiki javnaði Leicester verjuleikarin Harry Maguire til 1-1.

Á Wembley vann Spurs 2-1 á Watford eftir at hava verið aftanfyri 1-0 í steðginum. Tað var afturvendi Son, sum javnaði til 1-1 í 80. minutti, áðrenn Fernando Llorente avgjørdi dystin í 87. minutti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo