Tey vinarligu orðini skapa gleði, og gleðin føðir lívsmót. Tað góða byggir upp, og góðsligt sinni lívgar tilveruna. At verða møttur við einum opnum føvningi og væl móttikin, tað gevur sálini orku og styrkir lívsandan og hugin at liva.
Tá ið løturnar kennast tungar, og lívshugurin er hóttur, kunnu fjálg orð stuðla lívinum og stimbra lívsviljan. Hinvegin kunnu óheppin orð týna lívið.
Kenni frá barnaárum máttin í tí góða og vakra. Nærløgd og umhyggin fólk vístu mær kærleika. Hugsað verður ikki einans um tey nærmastu. Í tí stóra liðinum av góðsligum fólki teljast tey, ið eg einans møtti fáar ferðir á lívsleiðini.
Hugsi um løtur í álvara og gaman. Hugsi um løtur í trega og sorta. Hugsi um løturnar, tá ið sjálvt lívið var sjúkt, tí tilveran var ein sjúkralega.
Í serligum ljósi standa løturnar á Landssjúkrahúsinum og Ríkissjúkrahúsinum. Góð fólk góvu einum sjúkum dreingi heilsubót. Umhyggin fólk góvu sálini frið. Andaliga virkin fólk bóru boðskapin um Jesus og lívsins Guð.
Tey bóru mær góð tíðindi, at eg ikki var gloymdur og lagdur til síðis. Søgdu mær boðskapin um Jesus, at Guð elskar øll menniskju við einum ævigum kærleika. Tey gjørdu meg andaliga frískan. Andi Guðs er vælgerandi og lekjandi fyri likamið.
Sum vaksin untist mær at vera stuðlaður av dugnaligum fólki heima og burturi, í kirkju og kristnum ella manngóðum verki. Onkuntíð fekk eg nøkur vøkur uppbyggilig orð ella eina tøkk. Onkuntíð fekk eg í kærleika nakrar vælmeintar og áminningar, ið við tíðini eru vorðnar dýrabarar perlur í gullskál.
Tað góða og vakra hevur yvirvág á míni lívsleið. Okkurt av tí minni góða eigi eg sjálvur ábyrgdina av. Eingin hevur likamliga gjørt mær ónáðir. Stór vælvild møtir mær dagliga á mongum mótum. Tað allar mesta er gott.
Fólk í fremstu røð mega tola eina viðmerking, ið ikki er innballað. Vit í fremstu røð mega vanda okkum um orðini, tí orðini kunnu gera størri skaða enn gagn.
Onkuntíð er pallurin vit standa á av størri týdningi enn orðini. Serliga tá eiga vit at meta um málburðin, um orðini eru heit sum kærleiki ella køld sum ísur.
Prædikustólin í kirkjuni eiga vit at nýta við vísdómi, tí samskiftið er einvegis. Talan er als ikki um viðgerð av einum evni, har hin einstaki kemur til orðanna. Talan er um einvegis boðan. Tess vegna mega vit nýta prædikustólin tilvitað.
Persónliga verður mett, at tey mongu óhepnu orðini eru mín stóra synd. Vit, ið nýta mong orð, kunnu í orðafloyminum særa menniskju, hóast tað ikki var tilætlað.
At vanda sær um málburðin er ein fyrimunur bæði við atliti at sær sjálvum og teimum, vit umgangast. Ístaðin fyri at leggja byrðar á herðar teirra, ið eru um at hokna, er tað lívsjáttandi at lætta um byrðuna hjá øðrum menniskjum.
Orðini kunnu vera hvassari enn tvíeggjað svørð. Ja, orð kunnu í løtum vera vandamikil, um vit ikki hegnisliga nýta vit og skil.
Jákup ápostul minnir á tunguna. Í hesum sambandi nýtir hann eina ógvusliga orðing, at tunguna er settur eldur á frá helviti. Tað er ein álvarslig og ræðandi útsøgn.
Hvassa orðingin frá Jákupi ápostli rann mær til hugs, tá ið greinin “happing orsøk til sjálvmorð” varð lisin á heimasíðuni hjá Kringvarpinum 21. januar 2023. Happing og valið at fara fyri egnari hond.
Kringvarpið vísti til Helle Rabøl Hansen, ið er óheftur danskur granskari innan økið skúli og ungdómur. Greinin sipaði til støðuna í Grønlandi, har talið av teimum, ið fara fyri egnari hond, er høgt.
“Nógv happing er í Grønlandi, og ikki minst er nógv happing í skúlanum, sigur hon og heldur, at tað serliga innan skúlagátt eigur at bera til at gera nakað við happingina. ...
Sjálvmorð snýr seg ikki bara um ein vánaligan uppvøkstur ella ólukkuligt forelskilsi, men kann eisini hava nógv at gera við, um fólk kenna seg sum part av felagsskapinum ella ikki.”
Sum kristin kunnu vit vísa til Jesus, ið elskar øll menniskju og ikki ger mannamun. Í kirkjum og samkomum eiga vit at læra hvør annan at vanda okkum um orðini og nýta tey rætt. Ikki minst Meistarin sjálvur, Jesus, kann gerast okkara fyrimynd.
Tey, ið lógu lágt, fingu altíð eitt uppbyggiligt orð frá Jesusi. Samkomuleiðarar og onnur framstandandi innan átrúnaðin vórðu onkuntíð hartaði av honum.
Hvussu prædika vit gleðiboðskapin um Jesus inn í gerandisdagin og tilveruna í 2023?
Kenna tey, ið sita undir prædikuni, at kirkjan er eitt friðskjól fyri troyttar sálir? Fáa tey eygað á Jesus og harvið lívsmót? Kennist tað, at tey eru hjartaliga vælkomin? Amen.
Orðið: “Við henni vælsigna vit Harran og faðirin, og við henni banna vit menniskjum, sum eru skapað í Guðs líki.” (Jákupsbrævið 3,9).
Jógvan Fríðriksson
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo