Nøgdsemi
Einaferð trúði eg, at tá ið øll ting, eg skuldi innrætta meg við vóru komin í hús,
ja, so fylgdi eydnan við.
Ája so stóðu tey har.
Tey vóru góð at hava men eydnu ? Nei!
Eg lærdi at gleðin nøgdsemi kemur innanífrá og út og ikki øvugt-
sjálvandi í mun til ein dagførdan livihátt, sum svarar til tað tíð
vit liva í og hvat ið fylgir við av góðum og minni góðum døgum.
At vera til staðar við lívi og løtuna man vera skilabest.
Gerandislív
Man má hava allar síður av sær sjálvum við: ítriv, arbeiði, vinir, alt til sína tíð.
Her onkustaðni í meldrinum finst tað fullkomna lívið í løtum - og lívið sum
Heild - Gerandislívið.
Lívið livst millum hæddarpunktini: tann vanligi gerandsdagurin.
Lær at njóta ein túr eftir vegnum, støð har vit møtast og heilsast.
Teir góðu neyðturviligu merkisdagarnar, ið geva nakað eyka.
Tað fullkomna lívið er óloysiligt tvinnað saman við tí ófullkomna.
Tað má ikki blíva meira umráðandi, at alt tykist fantastiskt enn at hava tað fantastiskt.
Tá vit hava lært tað er lívið livandi /lættari.
AnnaElisabeth
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo