40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bankarnir fingu av at vita í Løgtinginum í dag, tá nakrar lógarbroytingar í kapitalvinnings- og skattalógunum komu til fyrstu viðgerð. Endamálið við broytingunum er at nágreina, at negativar rentur skulu kunna dragast frá í roknskapinum hjá fyritøkum.

Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi helt, at vit í dag liva í einum George Orwellskum samfelag, har fólk skulu gjalda fyri at fáa fatur í egnum pengum, har bankarnir gera tað trupult fyri brúkaran við at lata sjálvtøkur aftur úti á bygd og annars vera so fjart frá brúkarunum sum tilber.

- Úrslitið hjá bankunum sum heild og risastóra vinningsbýtið sum BankNordik herfyri lat stendur í andsøgn við negativu renturnar, helt hann.

Les eisini: Formaðurin í Javnaðarflokkinum: Negativ renta átti at verið forboðin

Ruth Vang úr Framsókn vísti tó á, at bankavinnan í dag kanska er tann mest reguleraða vinnan sum er.

- Hóast onkur sigur, at tað er fyri at verja teir ímóti sær sjálvum. Men eg haldi, at bankarnir viðhvørt verða brúktir sum syndbukkar, helt tingkvinnan fyri Framsókn.

Jørgen Niclassen, landsstýrismaður, vísti á, at talan ikki er um nakað stórt mál.

- Talan er um at nágreina, so ongin ivi er, at negativar rentur kunnu dragast frá í skattskyldugu inntøkuni hjá fyritøkum, segði hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo