Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sum føroyskt fólkatingsumboð leggi eg meg ikki út í donsk viðurskifti, men kemur løgfrøðiligt kynsskifti fyri børn á fólkatingsborð, atkvøði eg NEI. 

Tá tað kemur til etisk viðurskifti, vísir søgan okkum, at um danir flyta mørkini, ganga 10-20 ár, so kemur tað eisini til Føroya.

Kann bara nevna mál sum hjúnabandslógina, sammóðir og nú orðaskifti um fría fosturtøku. 

Sum fólkatingsumboð, vil Fólkaflokkurin ikki blanda seg í rein donsk viðurskifti.

Men tá ið tað kemur til etisk mál, er neyðugt hjá okkum at hava eina hugsan og eina rødd.

Tí tað danir broyta, kemur til okkara eftir nøkur ár. 

Núverandi reyða danska stjórnin, sum føroyski Javnaðarflokkurin stuðlar, vil saman við vinstravonginum broyta lógina, so børn niður í null ára aldur kunnu fáa løgfrøðiligt kynsskifti.

Har fer mann langt út um míni mørk.

Tí er mín støða greið.

Kemur lógaruppskot í Fólkatingið um løgfrøðiligt kynskifti fyri børn, vil eg brúka mína atkvøðu og atkvøða nei.

Fyritreytin er tó, at veljarin á fólkatingsvalinum vísir mær álit at umboða Føroyar. 

Jørgen Niclasen,
valevni Fólkafloksins til Fólkatingið

Les eisini:

Klárur til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo