Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tinganes: Tað er neyðugt at brynja norðurlendska samstarvið til ein heim, sum í løtuni stendur fyri stórum broytingum og avbjóðingum. Tað heldur løgmaður, sum komandi dagarnar fer at viðgera ymisk mál á árliga summarfundinum saman við hinum norðurlendsku stjórnarleiðararunum.

Kanadiski forsætisráðharrin við
Umframt stjórnarleiðararnar í teimum átta norðurlondunum, er Justin Trudeau, kanadiski forsætisráðharrin, eisini boðin við á summarfundin í ár.

- Norðurlond hava ein søguliga sterkan politiskan, búskaparligan og mentanarligan felagsskap. Okkara samfeløg byggja grundleggjandi á somu virði, og av somu orsøk hava vit tað lættari at tosa okkum til sættis um felags loysnir. Avbjóðingarnar eru nógvar og torgreiddar, men vit hava góðar fortreytir at loysa tær í felag. Tað er uttan mun til, um vit tosa um útbúgving, arbeiðsmarknað ella vælferð, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Summarfundur á Vestmannaoyggjum
Millum málini, ið eru á skrá á summarfundinum eru umhvørvi, orka og veðurlagsavbjóðingar. Spenta støðan í bæði Ukraina og Russlandi fer óivað eisini at fylla nógv komandi dagarnar.

Summarfundurin hjá norðurlendsku stjórnarleiðararunum verður í ár hildin á Vestmannaoyggjum í Íslandi.

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir eru hesir:-

Áland: Veronica Thörnroos

Danmark: Mette Frederiksen

Finnland: Antti Petteri Orpo

Føroyar: Aksel V. Johannesen

Grønland: Muté B. Egede

Ísland: Katrín Jakobsdóttir

Noreg: Jonas Gahr Støre

Svøríki: Ulf Kristersson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo