40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Røðan hjá løgmanni, Aksel V Johannesen, á almennu móttøkuni í sambandi við, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, tann 1. január í ár hevði sitið í Tórshavnar býráð í 50 ár:

Góðu áhoyrarar, góði Heðin.

Ein hálv øld í Býráðnum, er av sonnum eitt sermerkt bragd.

Fyri líkasum at seta tingini í perspektiv, so eri eg sjálvur borin í heim 8. november 1972. Eg var sostatt bert 1 mánað gamal, tá tú bleivst valdur í býráðið fyri fyrstu ferð.

Skal eg seta eina yvirskrift á hesi 50 árini í býráðnum, so er tað “drúgvur og trúgvur”.

Tí tú hevur av sonnum verið drúgvur.

Eitt er áhaldandi at hava hug og mátt at stilla upp til hvørt einasta kommunuval síðani 1972. Tað er flott í sjálvum sær. Men at verða vigaður á vektini hjá veljaranum 13 ferðir, og at verða afturvaldur hvørja ferð, er einki minni enn imponerandi. Harafturat oftani sum greiður toppskorari.

Og so hevur tú verið trúgvur.

Tað sum hevur eyðmerkt títt politiska virki øll hesi árini, er at tú hevur verið trúgvur í móti tí býi og kommunu tú ert valdur at umboða.

Tá politikarar - sum oftast av bygd - hava roynt at vunnið tær neisir og talað um kontórshavn og útreiðsluføroyar, tá hevur tú ótroyttiliga tala at. Tala søkina hjá høvuðsstaðnum.

Tí sum tú sjálvur tekur samanum í tínari ævisøgu:  Stendur væl til í Havn, stendur væl til í Føroyum.

***

Góði Heðin

Tað krevjast heilt serligir eginleikar at fáa alt tað av skafti, sum tú hevur fingið.

Nú kennast vit báðir frá Javnaðarflokkinum, og eg má siga at tú ert altíð í gongd.

Sjálvur hevur tú sagt, at um tú vart barn í dag, so hevði tú óivað fingið staðfest ADHD. Tað sum eyðkennir teg er, at tú ert ein maður sum handlar.

Hetta slapp eg sjálvur at uppliva tá tú í úrtíð komst út í landsstýrið at sita í 2018. Tí sjálvt um bert eitt ár var eftir av samgonguskeiðnum, og onkur kanska helt at hetta var ein fínur “retrætepostur” til ein fyrrverandi borgarstjóra, ið nú var komin væl til árs, so hevði tú annað í kvittanum.

Tí tú legði til brots frá fyrsta degi, sum ein unglingi fullur av orku og lívi.

Ja, fleiri av okkum yngru í landsstýrinum høvdu ilt við at fylgja við, sum tú koyrdi á.

Men eingin klárar at vera so drúgvur og trúgvur uttan fantastiska stuðul og hjálp. Ikki minst heima við hús.

Vit lesa jú hjá Markusi evangelisti, at eitt hús kann ikki verða standandi, um ósemja er innanhýsis.

Her veit eg, at kona tín Hjørdis hevur verið tær ein fantastiska trúgvur og hollur stuðul í gjøgnum øll árini. Vit sum hava arbeitt saman við tær hesi árini, hava merkt at tú hevur havt fullan stuðul og uppbaking til títt politiska virki heimanífrá.

***

Góði Heðin   

Aftaná 50 ár í býráðnum, so kundi tú lagt teg afturá og sagt, at hatta var tað.

Men hyggja vit út í heim í dag, so er tað als eingin ódygd at sita við stýrisvølin, sjálvt um man er komin væl til árs og nærkast kappaaldri.

Hinumegin Atlantshavið situr Joe Biden sum forseti í USA, sjálvt um hann er vorðin 80. Og sum hjá tær, so hevur hann heldur ikki avvíst tankan um at taka enn eitt skeið.

Livst so spyrst.

Sum formaður í Javnaðarflokkinum helt eg røðu fyri tær tá tú hevði sitið í býráðnum í 40 ár. Í dag haldi eg aftur røðu, nú tú hevur sitið í 50 ár.

So er spurningurin hvussu tað verður um 10 ár?   

Ivamálið er nokk ikki um tú situr í býráðnum um 10 ár, men heldur um eg framvegis eri formaður í Javnaðarflokkinum til ta tíð.   

Góði Heðin, Hjartaliga tillukku og bestu eydnu víðari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo