Málið við útbúgving er at fylla eitt tómt sinni, til tað verður eitt opið sinni
- Malcolm Forbes

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valurslit.fo: Tað hevur víst seg at vera torført hjá sitandi løgmonnum at vinna sær sæti á fólkatingi, meðan tey røkja løgmansembætið.

Edmund Joensen, ið var løgmaður millum 1994 og 1998, er seinasti løgmaður, sum eisini eydnaðist við at vinna sær umboðan á fólkatingi.

Hetta var á fólkatingsvalinum í september í 1994.

Á valinum fekk hann 663 persónligar atkvøður.

”Eg fegnist um, at Sambandsflokkurin aftur gjørdist størsti flokkur og sjálvur eri eg takksamur fyri uppbakningin, eg fekk, bæði sum fólkatingslimur og løgmaður”, segði Edmund Joensen við Dimmalætting eftir valið.

Honum á baki á sambandslistanum var Jóhannes Martin Olsen, sum bara fekk 30 atkvøður færri enn Edmund.

Jóhannes Martin Olsen røkti fólkatingssessin hjá Sambandsflokkinum frá 1994 til 1998. Hetta var ikki fyrstu ferð, at hann varð varamaður á fólkatingið. Longu í 1979 loysti hann fyri fyrstu ferð Paula Ellefsen av. Øll árini Pauli Ellefsen var løgmaður fyrst í 80 árunum, umboðaði Jóhannes Martin Olsen Sambandsflokkin á fólkatingi.

Hesir løgmenn hava verið valdir á fólkating, meðan tey eisini røktu løgmanssessin:

Edmund Joensen 1994
Atli P. Dam 1987
Pauli Ellefsen 1984 og 1981
Peter Mohr Dam 1968

Valurslit.fo er hagtalsbanki við søguligum føroyskum valúrslitum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo