40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Beint aftaná nýggjár ætlar Bárður Nielsen, løgmaður, sær á rundferð til tey 8 valfeløgini kring landið at hoyra, hvat tey halda um politisku støðuna, nú valskeiðið er hálvrunnið.

Initiativið kemur eftir at valfelagið hjá sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, Føroya Væl, fyrr í dag kom við eini kontantari útmelding, har tey millum annað vilja hava løgmann at endurskoða samgongusamstarvið, um so er, at tað ikki ber til at fáa landsstýrið at tala við einari tungu.

Les eisini: FØROYA VÆL ÁTALAR HELGA ABRAHAMSEN OG JENIS AV RANA - MÆLIR TIL AT UMHUGSA SAMGONGUNA

Men Bárður á Steig Nielsen hevur ongar ætlanir um at endurskoða samgongusamstarvið, í øllum førum ikki hesumegin nýggjár.

Við VP sigur løgmaður, at hann tó tíðliga í nýggja árinum fer at taka stig til fundir við øll tey 8 valfeløgini hjá flokkinum, at hoyra teirra rødd eisini um málini, sum Føroya Væl tekur fram, og fyri at vita hvussu tey halda, tað gongur.

- Ein slík útmelding frá baklandinum er sjálvandi nakað, eg taki í fullum álvara. Baklandið er grundvøllurin hjá flokkinum. Men eg haldi, tað hevur stóran týdning, at øll verða hoyrd, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Fleiri tingfundir eru í komandi viku, og longu í morgin er líkt til, at eitt av málunum, andstøðuuppskotið um sammøður, verður felt. Júst hetta er eitt av málunum, sum hevur elvt til misnøgd innanveggja í Føroya Væl.

 - Eg skilji kritikkin, og taki hann til mín, men tað málið er blivið, sum tað er blivið. Eg havi gjørt greitt, at vit áttu at havt hugsað okkum betri um, tá samgonguskjalið varð skrivað, men har vendst ikki aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum sipar til, at Miðflokkurin hevur hótt við at slíta samgonguna, um uppskotið verður samtykt. 

Løgmaður gevur Føroya Væl rætt í atfinningini, at tað gongur ov seint við politikkmenningini, sum Føroya Væl eftirlýsir.

- Men alt hitt er á breddanum, til dømis málið um gongd í haga, grøna orkuskiftið og rehabiliteringin. Hetta eru stór mál, og tí ikki bara nakrir avgreiðsluspurningar. Men eg havi góðar vónir um, at úrslit fara at síggjast nokkso tíðliga í nýggja árinum.

- Tað verður funnist at tær fyri, at tú ikki traðkar í karakter og sigur, hvar skápið skal standa. Hvat sigur tú til tað?

- Eg sigi, at tað hevur ongantíð verið mín stílur at koma við ógvusligum útmeldingum fyri at fáa uppmerksemi. Eg haldi, tað er eitt keðiligt rák, eisini í londunum uttanum okkum, at politikarar fara meira og meira í sjálvdrátt fyri at koma fram. Kanska er tað sosialu miðlarnir sum eru orsøkin.

- Hvussu meinar tú?

- Eg haldi, at tað eru úrslitini sum telja. Eg arbeiði nógv handan leiktjøldini við at røkka málunum. Tað er soleiðis eg haldi, at vit koma longst. Men eg vil fegin leggja afturat, at tað skal ongin ivi vera um, at tað løtuna tá eg haldi tíðin er komin at traðka í karakter, so havi eg ongan trupulleika at gera tað. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo