Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Løgmansskrivstovan: Í røðu sínari á ársins Norðurlandaráðsfundi legði løgmaður, Beinir Johannesen, dent á, at politiska skipanin í Føroyum stendur saman um fullan og sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

- Føroyar krevja eitt greitt svar. Helst í ár, men í seinasta lagi á ársfundinum komandi ár er avgerandi, at vit fáa eitt ja ella eitt nei til at broyta Helsingforsavtaluna, so Føroyar fáa fullan og sjálvstøðugan limaskap, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Tað var í 2024, at tað var einmælt samtykt í Norðurlandaráðnum, at ein arbeiðsbólkur skuldi koma við uppskoti til, hvussu Áland, Føroyar og Grønland fáa fullan limaskap.

Arbeiðið er ikki komið á mál enn, hóast tað var ásett fyrr í ár, at arbeiðið skuldi leggjast fram á ársfundinum í Helsinki hesa vikuna.

Les røðu løgmans her.

Hoyr løgmann greiða frá her:  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #