

- Landsstýrið fer at hava fund um støðuna, sum er við dronum í løtuni í donskum loftrúmi, um ein slík støða skuldi tikið seg upp í Føroyum, sigur løgmaður við VP.
- Vit vilja tryggja okkum, um ein slík støða skuldi tikið seg upp við dronum í okkara øki, og vit vilja eisini kunna spora, hvar slíkar dronur koma frá.
- Og tá ið landsstýrið hevur havt fund um hesar spurningar, so fara vit at seta okkum í samband við danskar myndugleikar, sum umsita hetta økið, sigur løgmaður í stuttari viðmerking við VP.
Løgmaður veit ikki neyvt at siga, nær fundur verður við danskar myndugleikar, men sum skilst á løgmanni so verður fundurin í landsstýrinum ein av fyrstu døgunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo