Løgmálaráðharrin í USA, Merrick Garland, segði í dag at Wagner-ovastin Jevgenij Prigozjin er ein krígsbrotsmaður av handlingunum hjá sínum hermonnum í Ukraina.
– Harra Prigozjin, sum stjórnar Wagner, er eftir míni áskoðan ein krígsbrotsmaður, segði Garland undir eini hoyring í senatinum.
– Eg haldi vit hava meira enn nokk av prógvum longu nú um tað, legði hann afturat.
Garland segði at tað var ófatiligt, tað sum Wagner-hermenninir hava gjørt í Donbas í Ukraina síðani russisku innrásina.
Hann boðaði eisini frá, at løgmálaráðið í USA fór at hjálpa í kanningunum av krígsbrotsverkum í Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo