

Fleiri dømi eru um at børn renna yvir um vegin og bilar eru um at stoyta saman á Kaldbaksvegnum, nú nakrir døglingar hava verið at sæð í Kaldbaksfirði seinastu dagarnar.
Fólk bráðsteðga, tá tey síggja hvalin, tey parkera báðu megin vegin, og børn og vaksin ganga á landsvegnum, har bilarnir vanliga koyra 80 km/t.
Tað er ongin gamansleikur at koma fyri ein bil og bilførarar eiga at hugsa seg betur um áðrenn teir steðga fyri at hyggja eftir hvalunum, sigur løgreglan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo