Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Jógvan á Lakjuni, sum um fáar dagar gevst í høga starvi sínum sum løgtingsformaður og fer úr politikki, hevur í sambandi við sín 70 ára føðingardag herfyri givið út sangin "Nú farast allar rósur".

Hetta er yrking eftir danska skaldið, Emilie Thorup (1857-1890), sum Ismar Joensen úr Fuglafirði týddi so meistarliga í 1946.

Jógvan smíðaði lagið fyri einum 30 árum síðani og sigur, at hann altíð hevur droymt um sjálvur at geva tað út.

Klaverspælið eigur Finnur Hansen, og í strúkikvartettini, sum Eyðun á Lakjuni hevur arrangerað, spæla Jón Festirstein, Atli Ellendersen, Angelika Hansen og Tóri Restorff Jacobsen.

Jógvan syngur sjálvur.

Niclas Johannesen hevur produserað og Óli Poulsen mixað.

Sangurin, ”Nú farast allar rósur”, liggur á Itunes, Spotify og eisini á youtube. Tú kanst eisini lurta her við at trýsta á pílin á myndini omanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo