Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Landsfelag Pensjónista er sera vónbrotið um 2. viðgerðina, ið løgtingsuppskotið um strikan av mótrokningini við arbeiðsinntøku í pensjónini, fekk undir løgtingsviðgerðini týsdagin 9. mai, og harvið fall burtur.

Einasta orsøkin til, at málið endaði so, sum tað gjørdi, í hvussu er í hesum umfarinum, má vera, at løgtingsmeirilutin má hava misskilt okkurt og tískil hevur trýst á skeiva atkvøðuknøttin. Ella eisini hava hesi somu ikki sett seg nóg væl inn málið.

Virðingin fyri pensjónistum, ið okkara høgtvirda løgting hevur fyri hesum bólki av landsins borgarum í dag í mun til hana, sum annars var stór millum fleiri politisk valevni undan seinasta løgtingsvali, má fyri ein stóran part sigast at verða fokin.

Í sambandi við 2. viðgerðina av løgtingsmálinum um almannapensjónir o.a. hava vit tískil hesar viðmerkingar:

Landsfelag Pensjónista hevur fleiri ferðir gjørt vart við fyrimunir við at avtaka mótrokningina í fólkapensjónini í samband við arbeiðsinntøku.

Tað sýnist sum at politikkarnir gloyma tann stóra mangulin av arbeiðsmegi, ið serstakliga rakar tey eldru. Vit hoyra javnan, at høli standa tóm á røktarheimum, tí har manglar arbeiðsmegi. Hetta merkir eisini, at starvsfólk, ið eru til arbeiðis, hava ikki nóg nógva tíð til búfólkið. Hetta skapar eisini ónøgd hjá starvsfólkunum, ið hava alt ov nógv at gera og tí fara í annað starv. Hetta ger støðuna aftur enn verri innan eldraøkið sum heild, har heimabúgvandi heldur ikki fáa neyðugu hjálpina.

Sagt verður í løgtinginum, at tað koma ikki fleiri pensjónistar á arbeiðsmarknaðin, hóast mótrokningin verður strikað. Hetta er ikki prógvað av myndugleikunum, men vit pensjónistar vita um nógvar, ið fegnir vilja arbeiða meira, um mótrokningin varð strikað.

Eitt annað, ið politikarnir ikki hugsa um, er, at arbeiðslívið gevur nógvum eina betri lívsgóðsku í teirra gerandisdegi og at fleiri byrja at skranta, tá tey ikki arbeiða longur, við tí úrsliti, at brúk verður meira fyri heilsuverkinum, ið síðan fer at kosta meira.

Landsfelag Pensjónista royndi aftaná løgtingsvalið við einum tíðindaskrivi inniliga at minna flokkarnar á, at veruleiki má liggja aftanfyri teirra vallyfti um mótrokning, men tað sær út sum, at hetta vallyftið er gloymt.

Landsfelag Pensjónista vil áhaldandi arbeiða hart fyri, at mótrokningin verður avtikin, tí vit hugsa um tey eldri, ið hava tørv á hjálp, og ikki fáa hjálpina vegna tørvandi arbeiðsmegi.

Argir 10. mai 2023
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo