Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg elski løgtingsval! So er tað sagt!! Havi glett meg síðan 31. august 2019, at tað skal vera løgtingsval aftur. Og lukkutíð nú úrtíð hevur løgmaður verið so beinasamur at geva okkum løgtingsval í jólagávu. Men sum eg hyggi eftir valevnunum, rakni eg við, hvussu trupult tað er at seta krossin “reytt” (rætt), sum suðringar taka til.

Ikki tí eg havi trupulleikar við at velja reytt sum t.d. Javnaðarflokkin. Tað er bara tað, at tann eyðkendi javnaðarreyði liturin blandast inn í eyðkenda jólareyða litin, nú val fyrstu ferð er í jólamánaðinum, og tí er ilt at síggja mun á javnaðarvalevnunum við reyðari bakgrund øðrumegin og jólamanninum í allari reyðari dýrd síni hinumegin. Men tað eru ikki bara litirnir, ið gera ein farvublindan; tað er eisini tað, at javnaðarvalevnini lova jú altíð jól og góðar dagar, um vit velja “reytt”, men tað ger jólamaðurin (altso tann ordiligi) jú eisini. Kanska Javnaðarflokkurin ger betur at stramma eitt sindur upp í øllum tí, flokkurin lovar. Í Danmark var ein flokkur, sum æt Stram Kurs. Kanska Javnaðarflokkurin ger væl, serliga í sambandi við umhvørvispolitikk, at brúka “Strøm kurs”. Tað kann tykjast sum ein Bjarnatænasta, men er jú “Hammerfedt” og ikki nakað, eg Arge nakran við ... no need for an Apol-ogy. UNIversali tíðindamaður floksins fortaldi mær, at tey lova ikki gull og grønar skógir, men tey kunnu bjóða okkum Gullfoss og Selfoss umframt eina Stórá. Tað er so Sára einfalt, at sjálvt tey á Egilsnesi mugu skilja og Milia, at alt er gjørt við góðum Anda. Javnaðarpolitikarum líkt gevur Aksel rósu eins og forsangarin í Guns n’ Roses. Og hvussu er við samgongumøguleikum, tí Javnaðarflokkurin enn útihýsir Fólkaflokkinum, sjálvt um tað ikki er løgið? ...

Tí fólkini stroyma úr Fólkaflokkinum, og ein fólkaflokkur uttan fólk er ein “ófólkaligur” flokkur, ella sum minimalistarnir kalla hann: FLOKKURIN! Millum fólkini var hasin, sum eins og dárin bygdi hús sítt á Sandi, men var tó ein sannur Brandur, ið nú hevur valt aðrar klettar framum. Kanska var tað kappingin við mannin úr Dali (deyðaskuggans), ið fekk hann at fara, men Dalamaðurin “could not Sólvit either”, tí hann var ikki nóg konservativur. Hann hevði ikki rætt GEN sum JørGEN. So har hevur verið nakað at HUXA um, og tað hevur flokkurin gjørt. Tað sær út til, at hasin Skaale fer at Árna seg væl, sjálvt um hann ikki koyrir líka flottan Mercedis sum onkur politistur har norðri í fiskivinnuhøvuðsstaðnum. Formaður floksins hevur syrgt fyri, at har samgongumøguleikarnir fyrr vóru skeiklaðir, eru teir nú vorðnir Beinir. Nøkur mótmæli skuldu til, sum mintu um protestgongurnar í USA í 1960’árunum, m.a. hana frá Selmu til Montgomery. Her á leiðum hava gongurnar verið alt frá Fíu Selmu til Lyngvej, frá Garðalíð til Vestergaard og um Egilstoftir til Wenningsted. Men eg vildi forsvorið, at tey, sum skulu endurnýggja Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum, enn sum áður eru Sundstein og Breckmann. Høvdu tey gomlu vitað! Tí er tað ikki løgið, at Annika í Dímun (fyrr Olsen) vildi flýggjað so langt burtur frá flokkinum sum møguligt, at sjálvt ikki framsókni útbrótaraflokkur Fólkafloksins var nóg mikið. Hon skuldi eina heilt aðrastaðni, nevniliga til Tjóðveldi. Spurningurin er, um krossarnir fylgja við ... ella hon hevur krossfest sína egnu politisku framtíð.

Tjóðveldisveljarar fara heldur Beint at velja Løwe ... áh, bíða nú! Hon stillar ikki upp orsakað av Anniku, so hvat er nú at gera hjá Tjóðveldi? Eins og Fólkaflokkurin hava tey í Tjóðveldi reikað víða um landið fyri at finna fólk at stilla upp og mótprógva, at hann er vorðin ov havnarsligur. Tey eru farin um bæði Skúvadal og Hoydal og Fríðriksmørk og í Toft; harumframt hava tey vitjað í Stórustovu og í Jákupsstovu, sjálvt um síðstnevnda stova fegin við samstarva við russar, men hetta er sum sagt liður í ætlanini at gera flokkin minni havnarsligan. Tað fer nokk at loysa seg, tí sjálvt um russisk skip ikki vilja signa Bø, og onki røkist fyri (heima)friði í bræði, hevur flokkurin eina Trin fyri Trin ætlan longu nú um at loysa Eysturoy frá Danmark. Framtíðin er Bjørt! Loysingina skulu tit nokk megna ... ja, ella Magna ... nei, tvætl! Har var eg aftur nú forArgeligur! Annars fyri at sleppa undan misskiljingum skal sigast, at Kráku-Jón situr á steini, ikki á Reynatúgvu ella í Gerðinum, ei heldur á Eiðisgarði, Toftagarði ella á Klettskarði, sjálvt um summi halda, at henda “triðja var ein røvari á tingi”. Tjóðveldi hevur sum vera man sín egna tíðindamann, ella tíðindakvinnu (sum tað eitur nú), og hon sigur, at meðan Javnaðarflokkurin er at líkna við eina rósu (við tornum), er hon Liljan á markini, sum veksur, hóast hon ikki arbeiðir ella spinnir (Matt. 6.28). Talan er um Weihe eftir fleiri atkvøðum, og atkvøður skulu til, um flokkurin aftur skal í samgongu. Seinast var tað við áður umrødda Javnaðarflokkinum og borgarligu Framsókn ...

Men um Framsókn ikki sleppur til róðrið aftur, Gert ikki við. Har skal meira til enn mótvindur og lot, nevniliga Karlot, og eitt sindur av Sól-viti. Flokkurin kann Oda seg fram til valdið við skemti, tí hóast tey ikki hava Fleksnes, hava tey Woxnæs. Tað snýr seg um at vera framlig og framsøkin heldur enn at spæla Grógva og blunda, sum støðan er við loysingini. Bergun gav teimum ein upp á Kassan, tá ið hon helt loysingina hava so lítið upp á seg, at hon rýmdi til Sambandsflokkin.

Júst Sambandsflokkurin er ein flokkur, sum hevur megnað at mobilisera bæði sofa- og Sofus-veljarar og fær nú undirtøku úr bæði øst og Vest og úr øðrum Pole í hin. Kanska tað kemst av, at har eru fólk við Frimod (enntá uttan té), og tað var ein Fríð Gerð av Heinesen at stilla upp. Alt hetta, tí løgmaður skrivaði val út í tøkum tíma, “så den var bare ‘li’ på, Steig’ Nielsen”. Tó vita vit, hvussu Hart-mann sum borgarstjóri skal stríðast fyri at verða valdur, so neyðugt er at seta føtur í Kjær-Bekk (ella var tað bara Bech?) fyri at fáa øll við, serliga tey ungu. Í minsta lagi kann flokkurin stóla upp á Rasmus, son Mørkøre, at hann fær stillað bæði Drangberg, Lognberg og Berg á rætta Lag. Verri er við Samuelsen, tí ongin Rósa er Rósa allan dagin, og hon bara (ríkisfelags)skapar sær.

Tá eru tey skikkiligari í Sjálvstýri, har allir Kristindemokratarnir eru við “í Guds Heri”, serliga tann ungi toftamaðurin. Flokkurin stríðist nú sum áður fyri at koma um tingsins gátt, og sigast má, at hann er væl fyrireikaður til løgtingsval, tí har eru minst tvey valevni, sum hava bæði beinini í Grund, meðan tey árvakin hava fremstafingur á Lofti, sum kann Rúnabinda veljarar allastaðni um landið, bæði í Fossádali, og á Grúkaskarði, um Dalbø og Wang. Tó er alt ikki so romantiskt, sum tað ljóðaði á Jóannesar Paturssonar døgum, tí Terje fór Beinir Vestur í Garð til kappingarneytan Miðflokkin ...

Og tað er ikki undarligt, tí Miðflokkurin, ið leggur dent á væl útbúgvin fólk, fór um Kambsskarð og Berg at finna ein lækna aftur at honum av Rana, og nú eru teir tveir. Júst tað minnir meg á, at lata vit vera við at velja teir báðar (umframt javnaðarlæknan í Fríða Heiminum), loysa vit ein stóran part av læknatrotinum í landinum. So kunnu teir ordiligu politikararnir savna seg um lóggávur, ið verja minnilutar sum Justinussen, tað sum amerikumenn kalla Bill of rights (skal ikki blandast við tey 10 boðini). Men tað skal eitt rættiligt arbeiði til og onki við bara at sóla sær undir Palmatrøum. Tí undrar tað meg, at tað ikki hoyrist út í Geil, at gudsavnoktarin Nietschke, sum segði, at “Gud er deyður”, er millum valevnini. Ella kanska flokkurin er rúmligari enn áður hildið. Um so er, latum okkum Skaalum fyri tí! Men vilja Jenis og Steffan Kleina fosturtøkulóg og samkynd enn meiri, man trýst elva til móttrýst. Her vil eg Rósa Tyril Gaardlykke fyri at vera Frank og erlig.

Alt í alt eru so nógv valevni at velja ímillum, at eg veit yvirhøvur ikki, hvønn eg skal velja. Enn minni tá ið valevnini skifta flokk í heilum, so ein ikki ánar, hvar krossurin endar EFTIR valið! Nei, tá flýggi eg heldur til tónleikin. Har eru nógvir góðir sangarar at lurta eftir, m.a. Bárður á Lakjuni og Herborg Torkilsdóttir ... NEI, HALT KJAFT! Nú síggi eg, at tey eru bæði flýdd hin vegin ... til politikkin og stilla upp fyri ávikavist Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Nei, so fari eg als ikki á val!!!

Kanska okkurt var um tað, sum olduromman vesturi á Víkum segði á sinni: “Best man vera at sita heima við hús”. Nei, ikki er tað lætt!

Mortan Ólason Vang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo