Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At vera leiddur til løkin við livandi vatni og drekka úr lívsins keldu. At fáa náðir at steðga á og rinda møðina, har hin ævigi friðurin valdar í fagnaði og góðtokka. Borin av Guðs anda og nomin av Kristi dýrd.

Myndin av himinsins sælu er vøkur, at lambið leiðir hin troytta vallaran til lívsins keldur. Himmiríkið er eitt vakurt land, har deyðin frelstum einki ger, har sólin skínur bjørt, har aldri valdar náttin svørt.

Himmiríkið er ein veruleiki á jørðini mitt í tí deyðiliga. At liva í trúnni á Jesus og hvíla í frelsu Guðs. Tann dýra náðin, at vit longu á jørðini kenna Guðs ævigu kærleiks megi. Náðin veitir okkum eina fullkomna frelsu.

Jørðin við øllum tí á jørðini er verður mikið betri, tá lívsandin og sálin verða leskað av Guðs sælu. Lívsins kelduvað, hitt æviga lívið. Nakað av tí himmalsku sæluni er at síggja í tí tímiliga. Dropar av náði, ja streymar av Guðs náði og kraft.

Menniskju hava í øldir upplivað, at Guð er ein nútíðar veruleiki. Guðs undurfulla kraft kemur til sjóndar á jørðini. Likamið mennist, sálin lívgast og lívsandin livnar.

Við brunnin í Sikar lærdi kvinnan úr Sámaria at kenna munin millum tað jarðiska og tað æviga. Har hin ævigi Guð, Jesu Kristi faðir, verður tilbiðin í anda og sannleika, har er gott at vera. Tað hvílir ein signing yvir degnum, har Guðs navn verður hildið hátt.

Jesus segði við kvinnuna úr Sámaria: “Ein og hvør, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur; men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.” (Jóhannes 4,13-14).

Tað finst ein kraft, sum ber framá og heldur uppi í øllum lívsins forløgum. Hesa kraft ognast vit í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara. Tá tað æviga vellir inn yvir tað jarðiska, fær jørðin nýtt yvirbragd. Vit ásanna, at lívið er lívið vert.

Tað livandi vatnið og lívsins orð. Lívsins breyð og ljós heimsins. At hvíla í hesi sælu trúgv, at Guð í Jesusi hevur útvalt okkum og alra menniskju sum síni børn, tá ið hann í fyrndini legði heimsins og frelsunnar grundvøll.

At síggja hetta høga málið mitt í tí tímiliga. At kunna steðga á eina løtu og tilbiðja skaparan og frelsaran. Tá verður vatnið ein kelda, ið vellir fram til ævigt lív sum ein signingar løkur.

Jú, eg velji fyrr Jesus enn alt á jørð, sum hesin heimur bjóða kann. Ein undurfullur veruleiki, at bústaður er hin ævigi Guð, og her niðri eru ævigu armar hansara. Vit hava nomið og smakkað, at Guð er góður.

Úti á oynni Patmos sá ápostulin Jóhannes eina vakra sjón. Hann sá himmalin so frágera vakran. Har var eingin sorg, pína ella deyði. Hvørt sorgartár var turkað av enni teirra syrgjandi.

Ápostulin sá ein stóran hvítan skara, sum eingin var førur fyri at telja. Tey vóru klødd í hvít klæði, sum vóru tvigin rein í blóði lambsins.

Blóð lambsins, frelsarans reinsandi blóðdropar. Hin sakleysi vælgerðarmaðurin, ið gjørdi øllum væl. Jesus, ið bar synd heimsins, var saman við misbrotum manna negldur til træið. Hin sakleysi sektaður vára vegna. Okkum til friðar kom revsingin niður á hann.

Blóð Jesus Krists og fullgjørda verk hansara á Golgata krossi. Vælsignað er tað at hvíla í frelsu Guðs og liva í uppreisn Jesu Krists.

Leiddur av lambinum, leiddur av Jesusi til kelduna við tí livandi vatninum. Hvør undurfull verður ikki løtan at síggja Jesus andlit til andlits. Síggja ásjón frelsarans og uppliva, at tað verður heimligt og als ikki fremmant.

At ganga fram við ánni við lívsins vatni. At støðast við lívsins træ, sum tólv ferðir um árið og hvønn manað ber ávøkst sín, og hvørs bløð veita fólkasløgunum lekidóm. Svá trúboðarin Victor Danielsen syngur.

Mær leingist at síggja staðin, // Sum ævigt grundaður er, // Mær leingist at síggja dagin, // Sum ei mót náttini ber; // Men, Harri, enn meir mær leingist // At síggja andlit títt, // Av tráan mítt hjarta treingist, // At alt skal verða nýtt!

Tó - kanska ein tungan tíma, // Tá sorgin nívir mítt sinn, // Tá dagur á fold man skýma, // Og tár mær renna á kinn - // Eitt ljós skal á himni skyggja, // Basúnin siga mær // Og mongum, sum tráliga hyggja, // At nú er Jesus nær!”

Amen.

Orðið: “Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins.” (Opinberingin 7,14).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo