Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt av vallyftinum hjá Javnaðarflokkinum var lønarlyft til umsorganarøkið.

Í fleiri ár hevur verið ávarað ímóti stóra starvsfólkatrotinum innan umsorganarøkini, sum fer at raka sera meint, um einki verður gjørt; ein orsøk er lønarlagið.

Tað hava vit tikið ábyrgd av og gjørt nakað við

Lønarlyft kom við í samgonguskjalið og 1. januar 2024 verður søguliga lønarlyftið veruleiki.

Hetta er eitt stórt stig rætta vegin fyri at bøta um søguliga lønarójavnan, sum serliga hevur galdandi innan umsorganarøkini, har ein stórur partur av starvsfólkunum eru kvinnur.

1. januar 2024 hækkar lønin hjá hjálparfólkum, sum starvast innan barna-, almanna- og eldraøkið, hjá námsfrøðingum, hjá námsfrøðihjálparum, hjá heilsushjálparum og hjá heilsurøktarum.

Tað, sum er gott, er gott og søguliga lønarlyftið til lægstløntu umsorganarstarvsfólkini fer at lætta um gerandisdagin hjá nógvum.

Eri hørm um, at hetta slóðbrotandi risafet at rætta skeiklingina av lønarójavnanum innan sokallaði kvinnustørvini, bert fær neiliga umtalu frá andstøðuni, sum EINKI gjørdi í undanfarnu samgongu fyri at bøta um arbeiðsumstøðurnar og gera tað meira lokkandi at starvast innan umsorganarøkini.

Súsanna Bertholdsen, løgtingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo