Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: - Verandi løn er rímilig og saman við Hervør Pálsdóttir havi eg mælt Løgtinginum frá at  hækka lønina í verandi støðu.

Soleiðis sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í § 25 nevndini, sum var sett at viðgera uppskot um samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólki.

Breið undirtøka tykist at vera fyri at fara frá núverandi gyltu pensjónsskipan, har tingfólk fáa tænastumannaeftirløn við serligum treytum, til eina vanliga eftirlønarskipan. Tað er at fegnast um.

Hinvegin eru tað nú fleiri tingfólk, sum nú mæla til, at mánaðarlønin hjá tingfólki hækkar. tveir lønarflokkar.

Hesum er Eyðgunn ímóti.

Í viðmerkingunum til uppskotið siga tær báðar Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, at tingarbeiði illa kann sammetast við onnur størv. Løgtingsfólk hava fingið álit frá fólkinum, og løgtingsfólk hava í so máta ongan annan arbeiðsgevara enn Føroya fólk.

Tingfólk hava tann framíhjárætt at hava møguleikan at ávirka og verða við til at flyta samfelagið ein ávísan veg. Tað gevur eisini stóra ábyrgd. Tí hevur tað sjálvsagt týdning, at lønin er nøktandi og sambærilig við starvið sum tingfólk.

Tær báðar vísa á, at til seinastu samráðingar fingu eisini løgtingsfólk eina trivaliga lønarhækkan. Tað  snýr  seg  um  at  finna  røttu  javnvágina, hvat  ein  rímilig  løn  er, samanborið við tær uppgávur, ábyrgd, framíhjárætt og fyrimunir, sum fylgja við starvinum sum løgtingsfólk.

- Sum sagt meta vit, at verandi løn er rímilig og tí er ikki neyðugt at hækka lønina.

Fylg við orðaskiftinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo