BirkBloggur: Dagurin byrjaði við hosuleysum morgunmati á terassuni heima í Tórsbyrgi við útsýni beint á Eystnes og inn í Eysturoynna, har kavi er í fjøllunum. Gott, vit hava tunnil. Saman við góðum vinfólki gekk leiðin í dag til Brimborg við Gøtugjógv.
Brúkarastýrda ummælaratænastan á netinum, Tripadvisor, hevur funnið matstovuna, men enn er einki ummæli, uttan tíggju góðar myndir av rættum, staðseting í Gøtu og hvørji støð, hotell, matstovur og vitjunarverd støð, eru nærindis Brimborg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo