Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eg síggi, at Andrias skrivar í bókini, at hann hevur flogið kring Føroya land í 25 ár, og tað fekk meg at hugsa um, tá hann fyrstu ferð bankaði uppá hurðini í hangarinum í Vágum

Eg helt hann sá so ungur út, at hann neyvan hevði fingið koyrikort enn. Hann vildi vita, um eg helt møguleikar vóru fyri, at Atlantic fór at flúgva út á oljupallarnar sum frá leið. Eg var partur av oljuráðleggingarnevndini tá, so vit spjallaðu eina løtu um tað.

Men tá hevði hann longu sett sær fyri, at hann vildi flúgva tyrlur i sínum vaksna lívi, og tá vit fá ár seinni – í 1998 - fóru undir at búgva út flogskiparar, so vit kundu manna eina leiti- og bjargingartænastu og fyrireka okkum til oljuflúgving, var Andreas millum teirra, sum stóð fremst í røðini.

So tíðan man hava gingið skjótt, tí upp á trý ár var hann eldur frá konfirmanti til ein nokk so robustan ungan mann uppá 24 ár.

Og væl hevur hann roynst síðani. Ein dugnaligur flogskipari og álitismaður á flogið, sum hevur verið ein av hornasteinunum í menningini av tyrlutænastuni í Føroyum í nýggjari tíð.

Dokumentera Føroyar úr erva í 25 ár
Men Andrias hevur eisini eygað fyri tí vøkru náttúruni, og teimum dramatisku motivunum, sum koma til sjóndar úr erva. Hann hevur stútt og støðugt tikið myndir hesi árini - ella dokumentera Føroyar úr erva í 25 ár, sum onkur vildi sagt. Burturúr tí er nú komin triðja myndabókin, so vit onnur eisini kunnu síggja Føroyar úr stýrhúsklivanum hjá Andreasi.

Tað er nakað heilt serstakt við sjónarhorninum, tá tú hongur uppi yvir oyggjunum í tyrluni. Eg minnist enn mína fyrstu ferð við tyrlu, tá eg sá Nólsoynna úr fuglaperspektivi. Hon, sum verjir Havnina fyri eysturættini, er so mjá at skoða frá Stongini og heim í bygdina, fyri síðani at skjóta rygg og hella niður aftur á Borðuna.

Men hon var var ikki so majestetisk úr erva, sum úr sjónarhorninum í Havn. Knappliga var hon lendabreið og at kallað flaknaði út móti Borðuni. Men afturfyri var nógv meiri pláss á henni, og onkur heldur hana verða so stóra, at har er rúm fyri einum stórum altjóða flogvølli á Borðuni.

Mær dámar serstakliga væl vetrarmyndirnar og kanska serliga tær úr Norðoyggjum. Eg eri ikki listakønur, men imponerandi fjallarøðirnar, sum eru skornar út í kubistiskum formum frá ymsum vinklum eru dárandi og imponerandi.

Av Sumbiarsteini og norður í Enniberg
Teksturin er skjótur at lesa, men tað er drúgt at blaða ígjøgnum bókina, tí við myndunum rennur ofta fram annað, sum tú knýtir at motivunum.

Nakað herfyri gjørdi eg tvær sendingar, sum bygdi á samrøður, sum pápi hevði við svínoyingar og fugloyingar. Fantastiskt at síggja hesar flottu myndirnar tiknar úr erva av Norðbergi, har Niklái Poulsen fór skreiðandi útav eggini og fekk um fleygingarstongina, sum Absalon Lydersen slongdi honum. Og so myndirnar við Borðoyarnesi, Svínoynni og Miðhavinum, sum vóru karmur um dramatikkin ódnardagin mikla í 1944, tá Jóanes í Heimistovu og manning hansara stríddust fyri lívinum.

Tá eg blaðið í bókini renna eisini fram fyri meg so nógvar aðrar frásagnir frá ferðum kring oyggjarnar, sum hava verið í útvarpinum. Við Jukim um Svínoynna, Tórstein á Bakkanum runt Tindhólm, John Joensen úr Gásadali vestur á Víkar, við Dánjal í Klingruni um Sandoynna og so frameftir.

Føroyar eru so avbera vakrar, og hvør árstíð hevur sína sjarmu.

Tú troyttast ongantíð av føroysku náttúruni. Tvørturímóti finnur tú alið nýggjar variantar av sama motivi. Føroyar grønar og gyltar í summar sól, kavaklæddar um veturin, í myrkum heystlitum ella optimistiskum várljósið – í brimi, logn ella prýddar við mjørkaflókum.

Tú sær alt hetta í bókini líka suðuri av Sumbiarsteini og norður í Enniberg.

Ein loftborin papparazzi
Tað hoyrist ofta, at instagrammarar gjørdu Føroyar kendar við nýggjum sjáldsomum myndum úr Føroyum. Men Andrias var ein náttúrunnar papparazzi langt áðrenn Instagram kom.

Hansara myndir bergtóku mong fólk í ferðavinnuni úti í heimi, tá tær talaðu fyri seg á stórum dúkum aftanfyri okkum, sum søgdu frá Føroyum á ráðstevnum víða hvar, langt áðrenn Instagram og dronur vóru uppfunnin.

Takk fyri myndaligu dokumentatiónina av Føroyum úr stýrhúsklivanum, takk fyri bókina og bestu eydnu við útgávuni.

Magni Arge

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo