Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt fólkatingsumboð eigur at tryggja okkum okkara loftrúm, hóast danir higartil ikki vilja tað.

Danir hava gjørt avtalu við Ísland um, at íslendingar umsita okkara loftrúm. Men vit fáa ikki innlit í avtaluna.

Tað eru nógvir pengar í loftrúminum, men vit fáa ikki at vita, hvussu nógvir ella hvør fær teir. Vit tosa í minsta lagi um millum 100 og 200 milliónir.

Fleiri landsstýri hava roynt at yvirtaka, men danir hava sagt, at tað ber ikki til at skilja loftrúm sundur. Men nú er vend komin í.

Loftrúmið yvir Grønlandi hevur higartil verið býtt millum Kanada og Ísland. Men nú hevur Danmark boðað frá, at Danmark sjálvt hevur yvirtikið hetta loftrúm.

Tað merkir, at tað ber til at skilja loftrúm. So danska grundgevingin ímóti okkum heldur ikki longur.

Nú skulu vit yvirtaka loftrúmið. Í mun til verandi fólkatingsumboð, vil eitt fólkafloksumboð gera alt fyri at hettar verður møguligt.

Í Fólkaflokkinum eru vit hvørki yvirtøkuviðkvom ella ørindadrongur hjá Mette Frederiksen. Her má broyting koma í.

Jørgen Niclasen,
valevni Fólkafloksins til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo