

Loftrúmið yvir floghavnini Sola, sum liggur við Stavanger í Noreg er stongt eftir at drona er sædd.
- Eitt flogfar sá dronuna undir fráferð. So stongdu vit beinanvegin loftrúmið inntil løgregla og flogfyriskipari saman meta at tamarhald er á støðuni, sigur Avinor, sum rekur floghavnina, við VG.
Bannað er at flúgva við dronu nærri enn fimm kilometrar frá floghavnum í Noreg.
Loftrúmið yvir floghavnini í Haugesund við Karmøy er eisini stongt, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo