Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Við jøvnum millumbilum hevur ein donsk fyritøka lokka føroyskar fyritøkur, við tilboði um, at fáa ein ókeypis faldara, ið tó als ikki er ókeypis. Nú fyritøkan aftur bjóðar hesa tænastu, er neyðugt hjá felagnum Samskifti at ávara, enn eina ferð.

Tí talan er ikki um ein ókeypis faldara, sum lovað. Útlendska fyritøkan, sum framleiðir faldaran, skal hava ein lista við tínum veitarum, sum so fáa tilboðið um at lýsa í tínum faldara, og sostatt gjalda fyri faldaran. Kostnaðurin er tí fleirfaldaður, tað ið hann hevði verið, um tú keypti tín egna faldara frá føroyskum veitara.

Sølufólkini hjá fyritøkuni seta seg síðani – í tínum navni – í samband við tínar undirveitarar. Í byrjanini er tónin vinaligur og eggjar til samstarv og stuðul. Eydnast tað ikki, so verður tónin hvassari. Dømir hava verið um, at veitarar eru hóttir, óbeinleiðis skrivliga og beinleiðis munnliga.

Í fleiri umførum hevur Samskifti víst á hendan trupulleikan, og vanliga hevur hetta steðga virkseminum hjá útlendsku sølufólkunum, men nú eru tey aftur at síggja á føroyska marknaðinum.

Nú søgan endurtekur seg, skal felagið aftur minna samstarvspartar sínar um ikki at lata seg lokka av slíkum tilboðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo