![Tunlar gaza](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/7/csm_Tunlar_gaza_3b9e1060c5.jpg)
![Tunlar gaza](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/7/csm_Tunlar_gaza_3b9e1060c5.jpg)
Í tunlunum undir Gaza, flytur Hamas deildir, gíslar, vápn og mat. Tað er eisini í tunlunum at teir leggja ætlanir og gera bumbur.
Tunlarnir sigast at fara at geva Ísrael stórar trupulleikar í eini innrás, men sambært bretska The Telegraph er serliga eitt vápn ísraelska verjan (IDF) fær brúkt fyri at minka um týdningin av tunlunum.
Avísin skrivar um sonevndar «svampbumbur»: hesar bresta í skúmi sum víðkast sera skjótt, áðrenn tað verður grót hart.
– Kemisku bumburnar innihald ikki spreingievni, skrivar The Telegraph, sambært norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo