Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Upptøkurnar av telefonsamrøðum hjá russisku hermonnunum geva innlit í hvat russisku hermenninir halda um kríggið, og innihaldið í samrøðunum vísir eisini hvussu kríggið er broytt, skrivar tíðindastovan AP.

Frá profesjonellum hermonnum, sum vóru við frá byrjan tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina, til menn úr øllum samfelagsløgum, noyddir at kríggjast undir krevjandi umstøðum.

– Tað er fanin meg eingin hetjudeyði her, sigur ein russiskur hermaður í Kharkiv-umráðnum við beiggja sín.

– Tú doyrt sum ein helvitis maðkur.

Í samrøðunum brúka hermenninir kotur tá ið teir tosa um følsamar hernaðarligar upplýsingar. 200 merkir deyðir. 300 merkir særdir. Men oftari nú verður nú tosað um 500 – hermenn sum nokta at kríggjast.

Hermaðurin sum tosar við beiggja sín sigur kríggið er fólkamorð, og ein vígvøllur har allur heimurin testar síni vápn og vísir sína styrki.

– Um hetta ikki endar nú, so fara vit sjálvir at hjálpa ukrainum til Kreml, sigur russiski hermaðurin.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo