

Flogfeløg í øllum heiminum hava ikki havt tað gott, og nú sær Lufthansa-stjórin glotta í millum myrku skýggini, tó at pengarnir enn fossa út, skrivar E24.no.
Lufthansa-stjórin Carsten Spohr sigur at hansara felag nú «bara» missur eina millión evrur annanhvønn tíma. Tað segði hann í samrøðu við Eurocontrol, sambært Reuters.
Og í okkara pengum svarar tað til góðar 3,7 milliónir hvønn einasta tíma.
Sjálvt um talið framvegis er høgt so er tað munandi minni nú enn tað hevur verið, sambært stjóranum, skrivar Bloomberg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo