Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Herfyri varð løgmaður, Axel Johannesen, fangaður fyri opnum skermi í eini lodrættari lygn. Sterka ynski frá landsstýrinum (helst eftir trýsti frá Danmark) um ætlanina at herða tiltøkini ímóti Russlandi og steingja havnirnar fyri øllum virksemi, sum er uttanfyri fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland, mátti kryddast við lygitølum so hatturin skuldi kunna sita eftir skornum svikaleisti.

Men høvuðsgrundgevingarnar hjá landsstýrissamgonguni, við løgmanni á odda, fyri at seta tiltøkini í verk við at herða tiltøkini móti Russlandi og ímóti russiska virkseminum í Føroyum, kámaðust brádliga burtur, tá veruligi sannleikin opinberaðist fyri landi og fólki.

Høvuðsgrundgevingarnar vóru, at russisku umskipingarnar í føroyskum øki eru fleirfaldaðar í seinastuni, men hetta var als ikki satt, – tvørturímóti, segði myndugleikin á økinum, Vørn – tær eru minkaðar. Enntá tvær ferðir boðaði løgmaður somu lygn fyri almenninginum.

Løgmaður úttalaði seg fyrst á Viðareiði fyri øllum fjølmiðlunum og føroysku tjóðini, at virksemi hjá russisku fiskiskipunum er vaksandi og teir umskipa nærum 400.000 tons í føroyskum sjógvi. Hetta er beinleiðis skeivt, tí sum tað eisini varð víst á av KVF, sum hevur tosað við eftirlitsstovnin, Vørn, so er virksemið seinastu árini støðugt minkað hjá russiskum skipum.

Ikki nokk við hesum, so fór løgmaður upp á talarastólin til fyrstu viðgerð av uppskotinum um at geva landsstýrismanninum í uttanríkismálum øktar heimildir til, og endurtók hann somu lygnir fyri løgtinginum:

"Virksemið hjá russiskum fiskiskipum er vaksandi" og "teir umskipa fyri millum 300-400 túsund tons í føroyskum sjógvi."

Sambært Vørn, so eru hesi tølini skeiv, og hevur løgmaður harvið sagt ósatt fyri løgtinginum og øllum Føroya fólki.

Løgmaður bar tey boðini til Føroya fólk á tíðindafundinum á Viðareiði, at russar umskipa nærum 400.000 tons í føroyskum sjógvi, og á talarastólinum í løgtinginum segði løgmaður, at "Virksemið hjá russiskum fiskiskipum er VAKSANDI" og "teir (russar) umskipa fyri millum 300-400 túsund tons í føroyskum sjógvi."

Men sonnu tølini vísa klárt, at virksemi hjá russum í føroyskum sjógvi er MINKANDI og ikki vaksandi:
Àr 2021: 346.360 tons
Àr 2022: 279.305 tons
Àr 2023: 111.708 tons [Kelda: Vørn].

Annars kunnu tølini frá Vørn yvir russiska virksemið í føroyskum havnum frá 2012 til 2023 síggjast í endanum av hesi grein saman við øðrum kelduleinkjum.

Harvið eru høvuðsgrundgevingarnar hjá landsstýrissamgonguni og løgmanni fyri at reka russar út av føroyskum firðum foknar sum dumba fyri vindi, og tískil høvuðsgrundgevingarnar bygdar á lygnir.

Skava út yvir lygnir við nýggjum lygnum
Síðani roynir løgmaður, eins og ketta skavar útyvir egið skarn, at skava útyvir lygnir sínar við at bryggja nýggjar lygnir saman, tvs., løgmaður rættvísger sínar lygnir við nýggjum lygnum.

Tá løgmaður varð spurdur um hetta í Degi & Viku, svaraði løgmaður, at tað var ikki umskipanin av uppisjóvarfiski, sum var vaksandi, men:

"Tað, sum vit síggja, er, at annað virksemi, sum Russland hevur havt í Norðuratlanshavi, og kanska í Irmingarhavinum serliga, sum teir áður hava umskipað í Íslandi. Tað sleppa teir ikki longur. Tað umskipa teir í stóran mun í Føroyum nú.”

Men tá ein vendir sær til Vørn at spyrja eftir hagtølum fyri, hvussu nógvan kongafisk russisku skipini hava um- og uppskipað í ár (2023), so kann Vørn vísa á, at russisku skipini høvdu um- og uppskipað 5.096 tons meira av kongafiski í 2022 samanborið við árið fyri (2021).

Tá tað er sagt, skal havast í huga, at samlaða russiska um- og uppskipingarnar lækkaðu við 67.055 tonsum í 2022, tað vil siga, at virksemið er lækkað við nærum 20%.

Men í ár (2023) vísa tølini, at samstundis sum russiska virksemið í Føroyum er lækkað, hava russar inntil víðari landað 3 tons av kongafiski. Tað svarar til 0,00269% av samlaðu um- og uppskipingunum í 2023.

Fyrr var vanligt at siga, at fáur lýgur meiri enn helvtina, men her má sigast, at nú ber av.

Eftir at lygn nr. 1 hjá løgmanni ikki riggaði, og lygn nr. 2 hjá løgmanni ei heldur bar frukt, so varð lygn nr. 3 send avstað, av bakkastokki og sjósett.

Lygn nr. 3 - Brennidepla-flytingin (fokus-flytingin)
Eftirsum at áðurnevndu lygnir løgmansins ikki virkaðu sum ætla, byrjaðu hansara hjálparar, tvs., landsstýrisfólk, løgtingsfólk, miðlar og aðrar kreftir eisini at koma við teimum grundgevingunum, at Føroyar mugu slíta við Rusland, tí at her er talan um ein moralskan spurning. Reint etiskt og moralskt kunnu Føroyar ikki samstarva við eitt land ið hevur framt eitt álopskrígg á eitt annað land, verður sagt.

Altso, nú byrja kreftirnar aftanfyri hetta russara-átakið at bryggja tí triðju lygnina saman, fyri at rættvísgera hinar báðu fyrru áðurnevndu lygnirnar. Nú verður ein nýggj lygi-grundgeving sjósett fyri at kunna tvíhalda um, at russar skulu bara burturvísast úr Føroyum fyri einhvønn prís soleiðis, at tann veruliga orsøkin til hví løgmaður og hansara harkalið vilja hava russar beindar burtur, framvegis er duld. Men tílíkur framferðarháttur skapar tíverri bert gitingar og illgitingar.

Kundi sæð út til, at Føroyar hava hug til at taka hesa løgnu lygi-grundgeving til sín ístaðin fyri lygnirnar hjá løgmanni og stuðlum. Nú skulu grundgevingarnar (argumentini) vera tær, at Føroyar mugu taka eina moralska støðu til hesi viðurskiftir vegna kríggið í Ukraina.

Men fyri at hetta skal kunna geva eina sunna og skynsama meining, má hetta so eisini merkja tað, at Føroyar eisini mugu taka eina moralska støðu til onnur lond ið fremja líknandi álopskríggj, og har hava vit nøkur dømir frá nýggjari tíð.

Vit hava álopskríggið í Irak 2003, hvørs grundgeving fyri at leypa á Irak var grundað á eina lodrætta lygn. Lygi-álopsgrundarlagi var tann, at Irak skuldi liggja inni við hópoyðingarvápnum. Hetta vísti seg seinni alt at vera ein lodrøtt lygn, og Danmark stuðlaði hesi lygnini saman við øllum hinum NATO-londunum og USA sjálvsagt. Og í hesum Irak krígginum varð bumba meir tann 1. álopsdagin enn teir fyrstu 8-10 mánaðirnar í Ukraina. - Men tá tosaði Føroyar als einki um at taka nakra moralska støðu í hesum terror-lygivirkseminum framt av USA og NATO.

Vit hava eisini kríggið í Libya í 2011 hvarí m.a. Danmark og Noreg vóru við í teimum bumbuálopunum og hvar Danmark aleina stóð fyri 15% av bumbuherferðunum, hvørs kríggj eisini var ein ránsferð har USA og NATO-londini m.a. rændu gullgoymsluna hjá Libya, og eins og USA og NATO-londini myrdu Saddam Hussein í Irak krígnum, so myrdu áðurnevndu eisini Gadaffi – hvørs grundgevingar til hesar atsóknir eisini vóru grundaðar á lodrættar lygnir. - Men ei heldur tá tosaði Føroyar nakað sum helst um at taka nakra moralska støðu í hesum terror-lygivirkseminum framt av USA og NATO.

Somuleiðis var við álopskríggjunum á Afghanistan og Sýria. Alt grunda á lodrættar lygnir við heilt øðrum duldum endamálum fyri eygað, ið ikki skal komast nærri inn á her.

Men tá tosaði eingin um at sanktionera t.d. USA og NATO-londini, tí at nú vóru Føroyar sjálvar brádliga ein partur av áleypandi terrorvirkseminum við lygnum sum høvuðsgrundgeving. Hetta vísir bert hvussu amoralsk muran er í vesturheims íbúgvunum írokna Føroyar.

Mergurin í framløguni ella kjarnin í málinum
Tað ber ikki til hjá Føroyum at siga, at Føroyar moralskt ikki mugu samstarva við eitt land sum fremur álopskríggj samstundis sum Føroyar samstarvast, uttan trupulleikar, við onnur lond sum eisini fremja álopskríggj, enntá á ólógligan hátt.

Ì hesum førinum gera Føroyar ikki bara tað, tí at í mongum førum vilja Føroyar brúka amoralskar grundgevingar til at tveita tey russisku fiskiskipini út av føroysku firðunum, grundað á lygnir, samstundis sum Føroyar vilja bjóða herskipum, kavbátum og hernaðarútgerð hjá teimum somu londunum sum hava framt hini ólógligu álopskríggini sum áður nevnt, tvs., í Irak, Afghanistan, Libya og Sýria v.fl., altso bjóða teimum inn ístaðin fyri virksemið hjá russiskum fiskiskipum í Føroyum. Ja, Føroyar bjóðar teimum enn grovaru yvirgangskreftunum vælkomnum at hava síni herskip, kavbátar og hernaðarútgerð í Føroyum, og í hesum førinum at loyva hernaðarligari útgerð til at myrða og drepa fólk við, inn í føroyskar havnir, ístaðin fyri fisk og fiska-matvørður ið gagnar fólki. Ein sera løgin amoralskur hugburður.

At síggja til, eru Føroyar nú í ferð við at loyva nazi-fasistiskum yvirgangskroppum (terroristum), so sum USA og NATO, at hava eina yvirgangs-virksemisstøð (basa) í Føroyum, ein um- og uppskipingar hub/miðdepil fyri terrorvirksemi í einum sinnissjúkum gerðarbýti, hvarí russisk fiskiskip og russiskar fiskavørur verða útskiftar við amerikonskum og NATO-herskipum, kavbátum og hernaðarútgerð til at drepa fólk við. Og vegna hetta gerðarbýti koma Føroyar so at tjena enn meiri í krónum og oyrum uppá útgerð ið drepur fólk. Russisku fiskiskipini og teirra virksemi í Føroyum drepa so ikki ósek menniskjur við teirra fiska-matvørðum.

Ì slíkum førum og slíkum framferðarháttum er ikki talan um moral longur, men hinvegin er tá talan um amoral, dubultmoral, hykl og falslótir ið skríggja álvarsamt til himmals og niðuraftur.
Ìsrael

Tá tað kemur til landið Ìsrael á okkara døgum, so er framferðarhátturin hjá Føroyum hin sami her vegna amoral, dubultmoral, hykl og falslótir. Politisku kreftirnar í Føroyum og onnur europeisk lond við, royna at billa fólki inn, at Ìsrael er tað einasta demokratiska landið í Miðeystri. Men hetta er sjálvsagt ein lodrøtt lygn. Ìsrael í dag í skrivandi stund er ein terrorstatur, ein yvirgangskroppur ið fer um landamørk myrðandi og drepandi uttanfyri egið landamark, m.a. eru palestinar, bæði kvinnur og børn offur fyri ísraelska terroriserandi harðskapi við deyðiligum fylgjum. Undir øllum umstøðum finst einki demokrati í Ìsrael yvirhøvur.

Seinastu uml. 3½ árini meðan lygnin Covid19 herjaði, vísti Ìsrael sítt sanna andlit yvirfyri egnum borgarum, at staturin Ìsrael í roynd og veru er ein tyranniskur statur, eitt diktaturstýri burturav.

Men her hava Føroyar so ongar moralskar skruplir havt av at upprætta eina sokallaða sendistovu í einum so avgjørdum einaræðisligum terrorstati, sum Ìsrael jú av sonnum er.

Men hví royna politisku kreftirnar so at billa fólki inn, at Ìsrael er eitt demokratiskt land? Jú, orsøkin er handilssamstarv. Vanligi regulin er, at moralskt sæð kunnu Føroyar samstarva og fremja handilskap við onnur demokratisk lond (hóast Føroyar sjálvar ikki eru demokratiskar), men ikki við einaræðisveldum og terrorstatum o.l.. So er bara eitt at gera og skifta vøruseðilin út og umdoypa terrorstatir og einaveldisræðir til demokratiskar stýrisskipanir. Nýtt navnaspjaldur verður sett á dýrið, men innmaturin er framvegis hin sami sum áður, og tá er so moralskt í lagi at samstarva við einaveldisstjórnir, terrorstatir, einaræðisharrar o.l., tí nú hava hesi fingið eitt sokallað legalt hamskifti, og kann tessvegna amoralskt góðtakast sum legalt moralskt fyri skeiklaðu samvitskunnar skuld. Og veljarin er lættur at lumpa til at trúgva hesum smartu lygnunum frá sokallaðu landsins leiðandi kreftum.

À hendan háttin verða lunnarnir lagdir, fyri at t.d. Føroyar nú kunnu moralskt sæð samstarvast við lond, ið fremja ólóglig álopskríggj og terror á onnur lond, og sum fremja yvirgang annars á ymsan hátt.

Øll NATO-londini selja vápn til miðeysturlondini, tey flestu til Saudi Arabia ið pulviserar Yemen sundur og saman, myrðandi og drepandi sakleys í hópatali. Øll norðurlondini hava eisini selt vápn í áravís til Saudi Arabia og eisini til m.a. Ìsrael, ið slaktar kvinnur og børn m.a. í Palestina.

Tvs., at dubultmoralska og hyklariska russaramodellið hjá Føroyum hongur ikki saman her. Er tað moralskt skeivt at samstarva við Rusland orsaka av krígnum í Ukraina, hví er tað so ikki moralskt skeivt at samstarva við t.d. Danmark, Noreg, Svøríki, drápsfýsna yvirgangskroppin USA, ES og restini av NATO-londunum annars, ið øll hava framt ólóglig álopskríggj (terror) og gera tað framvegis, og hvarí øll hesi álopskríggj vóru grundað á lodrættar lygnir?

Um fólk bara tímdu at kanna viðurskiftini sjálvi, so hava USA, ES og NATO-londini selt vápn til terrorvirksemi í heiminum hvørs avtakarar eru m.a.:
* Asia og Oceanien: 44%
* Europa: 19%
* Miðeystur: 17%
* Norður- og Suðuramerika: 11%
* Afrika: 9%

Tey meginlond sum selja flest vápn eru:
USA
Rusland
Týskland
Frankaríki
England

Hesi áðurnevndu 5 londini eru teir fremstu vápnaútvegarar í rættari raðfylgju. Hví er tað tá moralskt skeivt at samstarvast við Rusland, men ikki moralskt skeivt at samstarvast við hini londini á listanum, ið hava framt nógv ógvusligari álops- og terrorkríggj á mong fleiri lond enn hvat Rusland hevur og dripið mong fleiri ósekar sálir, í øllum førum síðani annar heimsbardagi endaði?

Og hava føroyingar longu gloymt kvotakríggið í 2013 hvarí NATO landið, Danmark, boykottaði Føroyar, men hvar so Rusland gjørdist bjargingin fyri Føroyar í tí stríðnum? Skal tøkkin nú afturfyri verða tann, at russarnir skulu gippast við lygnum út av føroysku firðunum, og at sonnu terroristarnir skulu bjóðast vælkomin inn á gólvið til ein heitan kaffimunn og eitt hugnaligt terroristaprát?

Nei góðu Føroyar, tú er ein oyggjaflokkur uttan ein tann einasta dropa av nøkrum formi fyri morali, tíverri!

Ikki so mikið sum ein dropi til staðar!

Leinkja 1: https://www.eyp.fo/vorn-russisk-skip-umskipad-og-landad-i-foroyskum-havnum-2012-2023/

Leinkja 2:  https://nordlysid.fo/tidindi/78847/logmadur-vassar-longur-og-longur-ut

Leinkja 3:  https://nordlysid.fo/tidindi/78806/hetta-er-pinligt-harra-logmadur

Leinkja 4:  https://www.vp.fo/news/sambandsflokkurin-loegmadur-sigur-osatt-fyri-loegtinginum

Leinkja 5: https://nyheder.tv2.dk/udland/2012-03-18-se-hvilke-lande-der-koeber-flest-vaaben

Leinkja 6:  https://www.sn.dk/danmark/se-hvilke-lande-der-koeber-flest-vaaben/

Leinkja 7:  https://finans.dk/erhverv/ECE12609984/de-stoerste-vaabenproducenter-solgte-vaaben-for-2220-milliarder-kroner-sidste-aar/

Símun A. Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo