Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Hósmorgunin varð boðað til tíðindafund, har samgongan kom við sínum leingi væntaðu útmeldingum, um hvussu farast skal fram í samband við samstarvið við Russland. Útmeldingar, sum politiska skipanin hevur bíðað hálvt ár eftir, tí málið mátti kannast "út í æsir," sum tikið varð til.

Sum vit longu hava hoyrt frá Vørn, so brúkti løgmaður, Aksel V. Johannesen, skeiv tøl, tá hann í løgtinginum undir fyrstu viðgerð hósdagin greiddi frá, at virksemið hjá russiskum fiskiskipum í Føroyum er vaksandi. Hetta er beinleiðis skeivt! Løgmaður greiddi frá, at russisk skip umskipa millum 300-400 túsund tons í Føroyum, hóast tølini hjá Vørn siga, at virksemið hjá russisku skipunum hevur verið støðugt minkandi seinastu árini (sí video niðanfyri).

Tað er eitt álvarsmál, at Føroya løgmaður hevur beinleiðis sagt ósatt í løgtinginum, har hann er komin við villleiðandi upplýsingum fyri politisku skipanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo