Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Kríggið var ræðuligt fyri tey sivilu – og er tað enn.

Mann kann kortini loyva sær at fegnast um, at tey, sum høvdu sum endamál at leggja Ísrael í oyði, taptu kríggið. Høvdu tey vunnið, hevði verið ragnarok.

Tey, sum taptu á vígvøllinum, vunni kortini eitt annað kríggj: Propagandakríggið.

Tey eydnaðist at ávirka algorytmurnar á sosialu miðlunum hjá milliónum av fólkum, so tey í tvey ár eru fóðrað við forteljingini um, at Vesturheimurin er tann stóra, ónda kraftin í heiminum. Vesturheimurin sendir sítt drepandi spjót eftir øðrum londum – og Ísrael er sjálvur tann eitraði spjótsoddurin.

Sambært hesi heimsmynd er tað ikki tann ólukka, sum Vesturheimurin – serliga Ísrael – ikki hevur skyldina av.

Hetta ger seg galdandi um allan heimin – og eisini í Føroyum eru farnu tvey árini túsundvís av myndum, boðum og videobrotum, sum skulu stuðla hesi hugsan, deild á sosialu miðlunum.

Tá vápnahvíldin í Gaza kom í lag, hildu nógv, at nú fór propandastríðið at linka. At fólk fóru at fegnast. At tey kanska fóru at fáa eyguni upp fyri teimum ræðuleikum, sum Hamas fremur – og í 20 ár hevur framt – móti sínum egna fólki. Ella at mótmælini fóru at venda móti teimum, ið fremja ræðuleikar, sum – so óhugnaligt tað ljóðar – eru nógv verri enn tann í Gaza. Í Sudan, til dømis. Ella Nigeria. Ella Yemen.

So bleiv kortini ikki.

Fólkini eru so fangað í algorytmunum, sum fortelja teimum, at Vesturheimurin / Ísrael eru tað ónda, at sjálvt tá hesi kríggj koma á breddan, verður kritikkurin eisini vendur móti – Vesturheiminum / Ísrael.

Viðhefta videobrot hjá Lumumba Amin úr Uganda er eitt dømi, sum væl lýsir hugburðin: Tað eru demokratiini í Vesturheiminum / Ísrael, sum eru sek í øllum líðingunum, sigur hann í sínum “BOÐUM TIL MANNAÆTTINA”.

Brotið legði hann út, beint eftir at friðaravtalan um Gaza var gjørd. Sum fyri at siga: Haldið nú fokus, folkens! Farið ikki av kós! Gloymið ikki tað, tit hava lært hesi tvey árini: Tað er zionisman, sum er tað ónda! Ísrael! Ikki Hamas. Ikki Iran. Ikki tey, sum slakta sínar medborgarar í Sudan. Ikki tey, sum systematiskt drepa kristin í Nigeria. Tí tað, sum hendir har – tað hevur jødiski staturin eisini ábyrgdina av! Hann stýrir tí nevniliga í loyndum!

Hetta er púra klassisk antisemitisma. Jødar hava ábyrgdina av øllum heimsins ólukkum, og dugir tú ikki at síggja tað, so er orsøkin, at teir virka í tí dulda!

Stutt eftir bleiv videbrotið so ”dámað og deilt” av talskvinnuni hjá ”Samhuga við Palestina” í Føroyum, Elisu Vang. Sjálvandi. Føroyingar mugu eisini fáa boðskapin! Tað ræður um at halda fast í teimum føroyingum, sum eru komnir upp í alheims frælsisstríðið – stríðið móti Vesturheiminum og Ísrael.

Hetta er ikki nakað gott stríð. Og tað hevur stórar avleiðingar í fleiri londum í Europa í hesum døgum. Sjálvandi. Hava fólk fyrst lært, at staturin hjá jødunum umboðar alt tað ónda á jørð, samstundis sum óhugnaliga rakstrarrópið ”Globalize The Intifada” rungar í gøtunum – so er eyðsæð, at tey í Vesturheiminum, sum royna at verja henda stat í orð og tal, merkja avleiðingarnar...

Hóast bylgjurnar kunnu ganga høgt heima hjá okkum viðhvørt, so haldi eg vit stolt kunnu siga, at Føroyar eru tað góða undantakið.

Jú, víst hevur antizionistiska rákið undirtøku í Føroyum. Víst verður Ísrael kallað alt tað ringasta, mann kann kalla eitt land. Víst er flaggið við Dávidsstjørnuni sammett við Hitler-merkið. Víst verður borið í bøtuflaka fyri massakruna 7. oktober. Víst verður Ísrael lagt undir illgruna fyri sjálvt at hava framt partar av massakruni. Víst verður tosað um ”intifada”. Víst hava fólk tosað um, at vit skulu hava ”de-ísraelifisering” í Føroyum. Víst verður antizionistisk propaganda sum tann hjá Lumumba Amin spreidd á føroyskum síðum hvønn einasta dag.

Men kortini! Sammett við onnur lond stendur væl til hjá okkum!

Vit skulu halda fast í tí. Og tað gera vit ikki við at tiga um tað.

PS
Sum tað sæst á brotinum heingir Lumumba Amin stoltur spjaldrið “sonur Idi Amin” á seg sjálvan. Tað skuldi annars ikki verið nakað at reypað av – Idi Amin var ein av stóru menniskjaslaktarunum í søguni. Men tað vísir, at Lumumba ikki hevur sínar meiningar frá fremmandum. Intensa jødahatrið hjá Idi Amin fekk hann at samstarva við palestinskar terroristar um eina av kendasta gíslatøkum í søguni – í Entebbe, Uganda, í 1976. Men slíkt vita tey, sum fáa sína andaligu føði gjøgnum algorytmurnar á Instagram, sjálvandi ikki. Og har vitanin er minst eru meiningarnar sum kunnugt ofta sterkast.

Annars hevur Lumumba nógv systkin. Idi Amin fekk umleið 60 børn...

PPS
Ja, ja, ja, eg haldi so absolutt at Ísrael bæði kann og skal kritiserast. Tað er jú munurin millum frælsi og ófrælsi. Hini nevndu londini SKULU kritiserast - men KUNNU ikki. Um tú altso býrt í teimum.

Sjúrður Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #