Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nettosølan hjá partafelagnum Luna setti met við yvir 915 milliónum krónum í fjør. Tað skal samanberast við 644 mió kr ári frammanundan. Men framleiðslukostnaðirnir hækkaðu munandi, teir fóru úr 408 mió kr í 2020 til 549 mió kr í fjør, og starvsfólkakostnaðirnir vuksu eisini og endaðu á 114 mió kr í fjør, nærum 27 mió kr meira enn í 2020. Miðaltalið á starvsfólkum vaks eisini úr 202 til 260.

Samlaða ársúrslitið, eftir at nærum 21 mió kr vórðu lætnar í partafelagsskatti, endaði í fjør á 91,7 mió kr í mun til 29,4 mió kr í 2020.

Fíggjarstøðan javnvigaði við árslok í fjør við nærum 1,3 milliardum krónum, og eginognin var nærum 848 milliónir krónur.

- Støðan við laksalúsini er sera álvarsom og ein beinleiðis hóttan ímóti føroysku alivinnuni, verður sagt í frágreiðingini. Og lagt verður afturat, at felagið gongur á odda fyri at herða stríðið ímóti lúsini, og at tann almenni myndugleikin fær heimildir at gera kunngerðir, sum eru nóg strangar, og at ansa eftir, at tær verða hildnar.

Luna hevur heimstað í Sandavági. Atli Gregersen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo